Íslendingar bestir

Íslendingar stóðu seg best í stóru talvkappingini Janus Open um vikuskiftið. Bæði vinnarin og hin næstbesti vóru íslendingar. Símun Þórhallsson vann við sjey stigum av átta møguligum. Dagur Ragnarsson var nummar tvey, eitt hálvt stig aftari.  Føroyameistarin Høgni Egilstoft Nielsen, sum hevði hægsta styrkitalið av øllum, endaði nummar trý við sama stigatali sum Dagur Ragnarsson, Luitjen Akselsson Apol og Jón Kristinn Thorgeirsson.  Ikki færri enn 135 telvarar hava verið við í kappingini í Kolshøll á Eiði hetta vikuskiftið. Bæði vaksin og ung, børn og gomul, kvinnur og menn, føroyingar, norðurlendingar og onnur við.

Les meira »

Ein føroyingur og tveir íslendingar fremstir

Tað er trongt í oddanum í væl mannaðu talvkappingini Janus Open á Eiði, nú seks umfør eru avgreidd. Eitt hálvt stig skilir teir fremstu tíggju telvararnar í røðini. Tvørámaðurin í Havnar Telvingarfelag, Sjúrður Thorsteinsson, er saman við tveimum íslendingum á odda, nú tvey umfør eru eftir. Sjúrður hevur vunnið á bæði Rógva Egilstoft og Martin Poulsen, og spælt javnt móti Luitjen Akselsson Apol. 

Les meira »

Talvkapping á Eiði setur nýtt met

Talvkappingin “Janus Open” á Eiði tykist hava óvanliga sterka atdráttarmegi.   Í fjør, tá henda kapping fór av bakkastokki, var áhugin so stórur, at luttøkumet var sett. Og í ár, nú kappingin verður hildin á øðrum sinni, verður luttøkumetið í fjør væl og virðiliga sprongt. 

Les meira »

Havnarmenn flongdu klaksvíkingar

Oddaliðini í landskappingini í talvi vunnu stórsigrar í 4. umfari í dag. FM-liðið hjá Havnar Telvingarfelag vann óvæntað heili 4-0 á Klaksvíkar Talvfelag. Oddaliðið hjá Sandavágs Talvfelag vann í sínum lagi eisini ruddiliga, eitt hálvt stig er nú á muni millum oddaliðini. Nú er lagt upp til rættiligt toppbrak í fimta umfari millum Sandavág og Havnina.

Les meira »

Telving um jólini

Fleiri av føroysku talvfeløgunum hava havt serstakar snarkappingar í desember, sum annars hevur verið friðarligur við telving. Landskappingin hevur ligið still síðan seint í november, men nú eftir nýggjár verður herjað á aftur.

Les meira »

Norðurlendsk áheitan um at halda fram við revsitiltøkum

Á aðalfundinum hjá altjóða talvsambandinum, FIDE, sum verður í morgin 14. desember, verður eitt uppskot til viðgerðar, um at strika forboðið ímóti at lið úr Russlandi og Hvítarusslandi (Belarus) luttaka í almennum FIDE-kappingum. Norðurlendska Talvsambandið, sum fevnir um Ísland, Noreg, Svøríki, Finnland, Danmark, Grønland og Føroyar, mælir FIDE til at fylgja tilmælunum hjá altjóða olympisku nevndini, IOC, og heitir á limalondini í FIDE um at atkvøða ímóti uppskotinum um at strika revsitiltøkini móti Russlandi og Hvítarusslandi.

Les meira »

Innbjóðing: Jólatalv í Finsen

Leygardagin 13. desember kl. 12:30 verður jólatalvkapping í hølum Havnar Telvingarfelags, Finsen í Havn. Talan er um eina festliga liðkapping við góðum jólastemningi. 2 telva á hvørjum liði – eitt barn og ein vaksin, t.d barn við foreldri, ommu ella abba. 5 umfør verða telvað við tíðini 10 min + 5 sek á klokkuni. Kaffi og okkurt gott afturvið verður at fáa, og møguliga er ein stuttlig jólavitjan eisini á skránni. Til ber at melda til luttøku við at skriva til kappingarleidarin@faroechess.com, og viðmerkja nøvn á luttakarunum. Freistin er fríggjadagin 12. desember kl. 18.00. Øll eru hjartaliga vælkomin! Tilmelding higartil sæst her: Tilmelding

Les meira »

Úrslit frá FM fyri gentur

Leygardagin 15. november varð skipað fyri FM í talvi fyri gentur í Finsen í Havn. 6 gentur luttóku í kappingini, og telvað vórðu 5 umfør. Føroyameistari skuldi finnast í aldursbólkunum U13 og U11, og nummar eitt og tvey í aldursbólkinum U13 fara at umboða Føroyar til Noðurlandameistaraskapið, sum verður í Noregi í vár.

Les meira »

Paringarnar til vikuskiftið

Paringarnar til kappingarnar í vikuskiftinum eru nú klárar. Bólkarnir B og C byrja fríggjakvøldið, meðan bólkarnir A, D og E byrja leygarmorgunin.

Les meira »