Í døgunum 17. – 21. november verður skipað fyri skeiði fyri talvvenjarar í Íslandi. Føroyingar hava møguleikar at luttaka gjøgnum internetið.
Les meira »Úttøkukappingar til NM
Hvørt ár sendir Talvsamband Føroya 10 børn og ung til Norðurlendska Meistaraskapið í talvi, sum í 2026 verður mitt í februar mánaði. 2 føroyingar sleppa við í hvørjum bólki.
Les meira »Innbjóðing: ST-Open í vikuskiftinum
Komandi vikuskiftið verður ST-Open telvað í felagshølunum hjá Sandavágs Talvfelag. Øll eru vælkomin at luttaka.
Les meira »Meistararnir snávaðu
FM-manningin hjá Havnar Telvingarfelag var ikki ment at koppa B-liði felagsins í fyrsta umfari í landskappingini í talvi sunnudagin. Sum so ofta fyrr hevur A-liðið trupulleikar við B-liðnum í innanhýsis dystunum í 1. deild. Dysturin endaði javnur 2-2. Fleiri av felagsins fremstu telvarum vóru ikki við sunnudagin. Hvørki Helgi Dam Ziska, Martin Poulsen, Carl Eli Samuelsen, Sjúrður Thorsteinsson ella Olaf Berg sóust við talvborðini á Finsen. Miðalaldurin á B-liðnum var lægri enn vant. Nýggjur er Flóvin Matras Tummasarson, sum er fluttur úr Klaksvíkar Talvfelag í Havnar Telvingarfelag. Honum eydnaðist at vinna á Hjalta Jógvanssyni, sama gjørdi Petur Magnussen móti Eliasi Petersen.
Les meira »Innbjóðing til liðkapping fyri børn og ung
Leygardagin 25. oktober verður likapping fyri børn og telvað í Eiðis skúla. Byrjað verður klokkan 12.00.
Les meira »Metstór luttøka
Í dag byrjar landskappingin í talvi. Tey ellivu talvfeløgini í landinum hava meldað tretivu lið til kappingina. So stór luttøka hevur ikki verið fyrr.
Les meira »Talvkapping á netinum (GP 1)
Leygardagin 18. oktober kl. 19 verður talvkapping á netinum. Øll eru vælkomin at royna seg í kappingini, bæði roynd og minni roynd.
Les meira »Javnt í síðsta umfari
Føroyar telvaðu 2-2 móti D-liðnum hjá vertstjóðini Georgia í seinasta dystinum í EM-stevnuni í Batumi, sum endaði í dag. Við tí dystarstiginum, sum vit fingu fyri javnleikin, eydnaðist at ota seg framum Írland aftrat Skotlandi, sum vit høvdu lagt afturum okkum fyri seinasta umfar. Føroyar endaðu soleiðis nummar 38 av 40 liðum í EM. Vit vóru styrkismettir nummar 36.
Les meira »Aftur tepturt tap
Tað var sama søgan hjá Føroyum í áttanda umfari móti Portugal mánadagin sum í sjeynda umfari móti Íslandi sunnudagin í EM-kappingini fyri talvlandslið í Batumi. Vit taptu 2½ - 1½. Og innanhýsis fullu stigini meinlík í báðum dystunum. Brøðurnir Rógvi og Høgni eru álitið. Rógvi vann, og Høgni telvaði javnt. Luitjen og Martin taptu aftur við svarta fólkinum. Javnleikurin hekk í luftini, tí Martin átti av røttum at fingið endatalvið javnt, men hann fór skeivur og tapti.
Les meira »Ov stuttir móti Íslandi
Føroyar og Ísland í EM-dysti í talvi í gjár. Fremst á myndini vinstrumegin Martin Poulsen á fjórða borði móti stórmeistaranum Hannesi Stefanssyni, sum eigur metið sum íslandsmeistari heilar trettan ferðir. Myndatøka: Ingvar Thor Johannesson. Føroyar vórðu í gjár fyri teprum ósigri í dystinum móti Íslandi í EM-stevnuni í talvi fyri landslið í Georgia. Vit taptu 1½-2½. Rógvi Egilstoft vann eitt rættiligt álopsstalv á triðja borði. Yngri bróðirin helt javnvágina á fyrsta borði móti sterkasta íslendinginum. Men tíverri vórðu bæði Luitjen og Martin við undirlutan við svarta fólkinum. EM – 7. umfar, Batumi Føroyar – Ísland 1½ – 2½ IM Høgni Egilstoft Nielsen 2389 – GM Vignir Vatnar Stefansson 2506 ½ – ½ Luitjen A. Apol 2318 – GM Guðmundur Kjartansson 2422 0 – 1 Rógvi Egilstoft 2304 – IM Dagur Ragnarsson 2385 1 – 0 Martin Poulsen 2276 – GM Hannes Stefansson 2408 Móti Portugal í dag Í dag telva …
Les meira »
Talvsamband Føroya Faroechess