Brúkarir

Innbjóðing KTF-Kvik 2012
Skrivað av TSF   
Mánadagur, 06. februar 2012 19:24
PDF Prenta Teldupostur
 

 

Hervið verður bjóðað til Grand Prix Kvik-kapping í Klaksvík, leygardagin 11. februar. Telvað verður í Skákinum. Kappingin er partur av Grand Prix kappingini 2011/12.

Kappingin byrjar leygardagin 11. februar, kl. 12.00. Telvað verða 7 umfør.

Seinast dagført ( Mánadagur, 06. februar 2012 19:50 )
 
KJØLUR Open liðugt
Skrivað av TSF   
Mikudagur, 25. januar 2012 13:21
PDF Prenta Teldupostur
 

IM Helgi vann trygt, les meira her

 

 

 

Seinast dagført ( Sunnudagur, 05. februar 2012 23:24 )
 
Frásøgn HT Open 2012
Skrivað av TSF   
Týsdagur, 24. januar 2012 19:49
PDF Prenta Teldupostur
 

14 telvarar tóku lut í vikuskiftiskappingini HT-Open, sum varð hildin í hølum Havnar Telvingarfelags 27. – 29. januar 2012. Eitt harmiliga lágt luttakarata einari kapping, sum fyri ikki nógvum árum síðani var eitt av hæddarpunktunum í føroyska talvkalendaranum.

Les alla frásøgnina her
Seinast dagført ( Týsdagur, 31. januar 2012 00:07 )
 
Eyka aðalfundur 25 februar 2012
Skrivað av TSF   
Týsdagur, 27. december 2011 19:19
PDF Prenta Teldupostur
 

 

Broyting !

Eyka aðalfundurin verður hildin leygardagin 25 februar kl. 17.30 í  Klaksvíkar Talvfelag.

 

Skrá:

Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar

 
Seinast dagført ( Fríggjadagur, 27. januar 2012 04:07 )
 
Rókur Open - Rógvi E. Nielsen 5/5!
Skrivað av TSF   
Hósdagur, 12. januar 2012 21:14
PDF Prenta Teldupostur
 

Sum siður er, vóru NM-luttakararnir til dystin fús tá Rókur Open varð telvað í vikuskiftinum.

9 unglingar fara til Finnlands í februar mánað, og er RO liður í fyrireikingunum - samanlagt vóru 20 luttakarar har ímillum Olaf Berg og Martin Poulsen, so kappingin var ikki nøkur "walk over".

Rógvi Egilstoft Nielsen lat tó ongan iva vera um úrslitið í Rókur Open. Hann vant burturúr hinum telvarunum, og endaði kappingina við 5 stigum av 5 møguligum !  Á øðrum plássi endaði Høgni Egilstoft Nielsen við 4 stigum og Martin Poulsen varð nr. 3 við 3½ stigi.

Ratingvirðislønirnar vunnu Jónfinn Thomsen 1800-2000, Rúni Tindskarð Jacobsen 1201-1500 og Hanna Jacobsen 1000-1200

 

Endaliga støðan finst á:

http://chess-results.com/tnr63858.aspx?art=2&rd=1&lan=1

 

Seinast dagført ( Mánadagur, 16. januar 2012 21:05 )
 
Jólakapping hjá Sandavágs Talvfelag
Skrivað av ST   
Sunnudagur, 08. januar 2012 23:57
PDF Prenta Teldupostur
 

Rógvi Egilstoft Nielsen vann jólakappingina, men tað skuldi umdystur til, tí bróðurin Høgni Egilstoft Nielsen hevði eins nógv stig og Rógvi, teir fingu 17½ í part av 19 møguligum.

Sandavágs Talvfelag hevur í fleiri ár havt jólakappin í talvi. Í ár vóru 20 telvarar við har allir telvaðu ímóti øllum - t.v.s. at teir fingu 19 talv í part. Byrjað varð kl. 17 stundisliga og liðugt var kl. 21:30.

Seinast dagført ( Mánadagur, 09. januar 2012 00:11 )
 
2. Jóladag snar KTF
Skrivað av Jólamaðurin   
Mánadagur, 02. januar 2012 21:44
PDF Prenta Teldupostur
 

 

Tað er siður í Klaksvíkar Talvfelag, at 2. jóladag møtast telvarar til snartalv. Tað er ymiskt hvussu luttøkan er, men tað er altið bæði spennandi og hugaligt.

Luttøkan hevur oftað verið størri enn 2. jóladag 2011, men sjáldan meiri fjølbroytt.

Av teimum 8 møttu telvarunum, vóru helvtin útisetar og 3 høvdu aldrin fyrr telvað í talvfelagi.

 

Seinast dagført ( Mánadagur, 02. januar 2012 22:16 )
 
Jólakapping hjá Vestmanna Talvfelag
Skrivað av Kappingarleiðarin   
Hósdagur, 29. december 2011 00:39
PDF Prenta Teldupostur
 

Árliga jólakappingin hjá Vestmanna Talvfelag var hildin leygardagin 17 dec. Umstøðurnar vóru framúr góðar, vóru í gomlu kaffistovuni á ferjuleguni inni á Fjørð.
Kappingin gjørdist óvanliga spennandi, og er nokk mest spennandi jólakapping í Vestmanna í nógv ár. Áðrenn síðsta umfar var støðan í toppinum hendan:
1. Jákup Andreasen     13½ (fríumfar síðsta umfar)
2. Petur Højgaard        13
3. Martin Brekká          12
4. Samson Højgaard    11½

Seinast dagført ( Hósdagur, 29. december 2011 01:14 )
 
Arild vann á Korchnoi
Skrivað av TSF   
Mánadagur, 12. december 2011 22:20
PDF Prenta Teldupostur
 

Nú meðan London Classic varð telvað í Onglandi, ein tann sterkasta talvkappingin nakrantíð, gjørdi ein føroyingur veruliga vart við seg.
IA (International Arbiter) Arild Rimestad, sum best er kendur sum talvdómari, fekk enn ein skalp til simultan samlingina.

Seinast dagført ( Mánadagur, 12. december 2011 22:32 )
 
Ferðafrásøgn HDZ
Skrivað av HDZ   
Mikudagur, 07. december 2011 06:35
PDF Prenta Teldupostur
 

Fyri knøppum tveimum mánaðum síðani var eg eitt rend yviri í Ìslandi og telvaði fýra umfør í íslendsku liðkappingini fyri liðið Talvfelagið Reykjavík (TR). Íslendska liðkappingin verður hildin yvir tvey vikuskifti, eitt í oktober og eitt í mars; fyrra vikuskiftið verða telvað fýra talv og seinna vikuskiftið trý.

 

Les alla frásøgnina her

 

Seinast dagført ( Mikudagur, 07. december 2011 06:44 )
 
FM í Snartalv úrslit
Skrivað av HDZ   
Mikudagur, 30. november 2011 05:31
PDF Prenta Teldupostur
 

24 telvarar tóku lut í árliga føroyameistaraskapinum í snartalvi, sum var hildin í hølum Havnar Telvingarfelags.

Kappingin varð skipað í dupultumfør: 18 talv yvir 9 umfør.Olaf Berg og Hans Kristian Simonsen, sum frammanundan høvdu boðað frá luttøku, høvdu forfall, men var oddurin kortini rímiliga væl mannaður. 

Umframt verandi føroyameistara, Helga Dam Ziska, og comeback kid, Martin Poulsen, høvdu eisini vanligu snarhávarnir, John Rødgaard, Finnbjørn Vang og Nielsen-trioin úr Sandavági, lagt leiðina til Havnar at dystast.

Seinast dagført ( Sunnudagur, 04. december 2011 20:12 )
 
<< Fyrsta < Fyrra 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 Næsta > Síðsta >>

Síða 1 út av 18