Innbjóðing Jersey
Skrivað av TSF
Mikudagur, 06. februar 2013 03:55
|
|
|

Jersey International Chess Tournament
Innbjóðing er í pdf her
|
|
Tekniskir trupulleikar
Skrivað av TSF
Týsdagur, 05. februar 2013 20:39
|
|
|

Vegna tekniskar trupulleikar hevur heimasídan verid óvirkin seinastu dagarnar.
Haldi okkum til gódar.
TSF
|
ST-Kvik
Skrivað av TSF
Mánadagur, 28. januar 2013 23:57
|
|
|

Hervið verður bjóðað til Grand Prix Kvik-kapping í Sandavági, leygardagin 02. februar. Telvað verður í talvhølunum. Kappingin er partur av Grand Prix kappingini 2012/13.
Kappingin byrjar leygardagin 02. februar kl. 10.00. Telvað verða 7 umfør.
Tíðin til alt talvið verður 15. min. í part.
Vinningar: Virðislønir verða latnar nr. 1, 2 og 3
Luttøkugjaldið er 100 kr fyri vaksin, 50 fyri unglingar. Skal gjaldast á staðnum.
Tilmelding: Meldið til hjá Torkil Nielsen á tlf. 53 27 00 el
Hesin teldupostbústaður er vardur móti forritum som uppsamla teldupostbústaðir. Tú skalt aktiverað Javascript fyri at kunna síggja bústaðin.
Tilmeldingarfreistin er fríggjadagin 01. februar kl. 20.00
Møtið fjølment !
SANDAVÁGS TALVFELAG
Seinast dagført ( Týsdagur, 29. januar 2013 00:08 )
|
KJØLUR Open 2013
Skrivað av TSF
Týsdagur, 22. januar 2013 02:26
|
|
|

Hervið verður bjóðað til talvkappingina KJØLUR OPEN 2013 í "Snjalla Bjalla", dagarnar 25.-27. januar. Kappingin er partur av Grand Prix kappingini 2012/13.
http://chess-results.com/tnr90649.aspx?lan=1
Seinast dagført ( Hósdagur, 24. januar 2013 22:25 )
|
Janus HM U12 í Slovenia, viðmerkt talv
Skrivað av Janus E. Skaale
Mikudagur, 16. januar 2013 22:09
|
|
|

Janus Skaale luttók í november 2012 í World Youth Chess Championships 2012 í Slovenia.
Janus hevur í hesi grein gjørt viðmerkingar til tvey av talvum hansara í kappingini.
Seinast dagført ( Mikudagur, 16. januar 2013 23:44 )
|
Rókur-open
Skrivað av Rókur
Leygardagur, 12. januar 2013 00:50
|
|
|

Rókur Open 2013
Um vikuskiftið sótu telvarar – ungfólk eins og tilkomnir menn í Felagsskúlanum á Oyrarbakka og hugsaðu so tað brakaði í.
Fyri 7 ferð varð skipað fyri einari Rókur Open kapping, og 5 umfør vóru telvd.
Sum siður er, møttu NM-luttakararnir fjølmentir til dystin fús.
10 unglingar fara til Íslands í februar mánað, og er Rókur Open liður í fyrireikingunum.
Samanlagt 37 telvarar luttóku í kappingini í Sundalagnum, sum ár undan ári hepnast sera væl.
Bæði hvat luttøku og einastandandi góðum karmum viðvíkur, har Sunda Kommuna er hollur viðspælari.
Seinast dagført ( Mánadagur, 14. januar 2013 01:09 )
|
IM John Rødgaard FM í Snartalv
Skrivað av TSF
Týsdagur, 04. december 2012 19:54
|
|
|

IM John Rødgaard Føroyameistari í snartalv.
Føroyameistaraheitið í snartalv bleiv telvað í vikuskiftinum.
Í øllum aldursbólkum við styrkitølum frá 1000 til 2356, møttu18 telvarar til dystin fús.
Frálíku karmarnir í Skúlanum á Løgmannabreyt løgdu lunnar undir eina góða kapping.
Seinast dagført ( Fríggjadagur, 10. mai 2013 01:42 )
|
FM Ung-einstaklingar úrslit Finalan
Skrivað av TSF
Mánadagur, 26. november 2012 01:06
|
|
|

Finalan í FM fyri Ung-einstaklingar varð telvað í Kollafjarðar Skúla leygardagin 24. nov.
Luttøkan hevur verið størri onnur ár, men spenningurin hevur sjáldan verið øgiligari enn hesaferð !
Seinast dagført ( Mikudagur, 09. januar 2013 22:06 )
|
Janus HM U12 í Slovenia
Skrivað av TSF
Hósdagur, 22. november 2012 23:09
|
|
|

Janus Skaale er heimkomin úr WYCC 2012 í Maribor, Slovenia.
Styttingin WYCC2012 stendur fyri World Youth Chess Championships 2012.
Janus var styrkismettur sum nr. 184 av 192 men við 4 stigi av 11 møguligum endaði hann nr. 169.
Hans Hjalti Skaale var við á ferðini og hevur skrivað ferðafrásøgn, sum er uploada í pdf (kann viðmælast)
Janus hevur eisini viðmerkt tvey talv úr kappingini, tey koma á heimasíðuna í vikuni.
Trýst á myndina fyri at síggja frásøgnina
Seinast dagført ( Mánadagur, 26. november 2012 23:27 )
|
FM Ung-einstaklingar Finalan
Skrivað av TSF
Týsdagur, 20. november 2012 17:55
|
|
|

Finalan verður í "Kollafjarðar Skúla" leygardagin 24 novembur 2012 kl. 10.00 (fyriskipari Talvsamband Føroya).
"Talvsamband Føroya skipar aftur í vetur fyri Føroyameistarakapping fyri børn- og ung fyri einstaklingar í talvi. Kappingin verður skipað í 5 ymiskum aldursbólkum, og er samstundis úttøkukapping til NM-kappingina 2013 - sum hesuferð verður telvað í Íslandi 7 - 11 februar.
Seinast dagført ( Týsdagur, 20. november 2012 18:05 )
|
Fyrsta Úttøkukapping til NM2013 í Talv
Skrivað av TSF
Mánadagur, 12. november 2012 16:09
|
|
|
Fyrsta úttøkukappingin til NM 2013 var um seinasta vikuskifti í Kollafjaraðar skúla. Tað vóru 18 børn og ung sum settust við talvborðini leygardagin 3. nov. kl 13 til dystin fús.
Kappast var í 3 aldurbólkum.
Seinast dagført ( Mánadagur, 12. november 2012 16:22 )
|
|
|
|
|