Føroyska OL-talvlandsliðið sett

Talvsambandið hevur nú kunngjørt hvørjir fara at umboða Føroyar á talvolympiaduni í heyst.   Liðið verður júst hitt sama sum á seinastu OL-kappingini í Chennai í India í august 2022. 

Les meira »

Ungir telvarar gera um seg

Ungdómurin sigraði í árligu FM-einstaklingakappingini í talvi á páskum.  Nýggi føroyameistarin, Luitjen Akselsson Apol, er bara 18 ár. Almenna bólkin vann Elias Petersen, sum er 16 ár, og í unglingabólkinum bar av. Har vann 9 ára gamla Lisa Xin - einsta genta í flokkinum.

Les meira »

Nógv fylgdu við stroymingini frá FM

Tølini frá Lichess.org vísa, at nógv fólk fylgdu við í stroymingini í FM, ið var á páskum. Hyggjaratølini vóru: Landsliðsbólkurin: 16.000 Almenni bólkurin: 4.600 Unglingabólkurin: 4.000

Les meira »

Innbjóðing til steypakapping 2024

Steypakappingin verður telvað leygardagin 13. apríl á Strondum. Umframt kappingina er endamálið at draga samanum farna kappingarárið 2023/24 – og við Gallaveitsluni – ikki minst, at øll sum vara av telvingini fáa eina hugnaliga løtu saman.

Les meira »

Innbjóðing: Barna Grand Prix finalan í Klaksvík

Komandi sunnudag, 7. apríl, verður kviktalvkapping fyri børn í Skótahúsunum í Klaksvík (Gerðagøta 11). Talan er um seinastu kapping út av 10 av hesum slag, har ið børnini kunnu samla stig saman til eina samlaða Grand Prix kapping. Kappingin í Klaksvík byrjar kl. 13:00. 6 umfør verða telvað í tveimum aldursbólkum (4 fl. og yngri og 5. fl. og eldri) við tíðini á klokkuni á 10min + 5 sek

Les meira »

Úrslit og myndir frá BGP8 og 9

10. mars og 17. mars vóru 2 Barna Grand Prix kappingar, BGP8 og 9, ávikavíst í Vestmanna og Havn. Hettar vóru trið- og næstseinastu barnatalvkappingarnar í ár. Tann seinasta Barna Grand Prix kappingin og finalan verður komandi sunnudag í skótahúsunum í Klaksvík. Sí innbjóðing her.

Les meira »

Luitjen er føroyameistari

Fyri fyrstu ferð síðani 2013 eitur føroyameistarin í talvi annað enn Høgni, Rógvi ella Helgi.  Nú eitur føroyameistarin - júst sum miðskeiðis í 70-unum - Luitjen Apol. Men nú er tað ein annar Luitjen. 18 ára gamli abbasonur gamla føroyameistaran - sonur Katrina og Aksel V. Johannesen - ber nú arvin víðari.

Les meira »

Rimmar FM-umdystur

Tríggir endaðu javnir í Landsliðsbólkinum, tá árliga FM-kappingin í talvi var liðug í gjár. Neyðugt verður tí við umdysti í dag millum teir tríggjar. Tað áseta reglurnar. Tað er bara komið fyri tvær ferðir, at tríggir eru endaðir í einum FM-umdysti í talvi. Telvað verður í skúlanum á Giljanesi, og byrjað verður klokkan 14.00.

Les meira »

Umdystur í morgin

Tað var stórt drama á síðsta leikdegi í FM-kappingini í talvi í dag. Endin var, at tríggir gjørdust javnir í oddanum í Landsliðsbólkinum, og teir fara í morgin at telva umdyst um FM-heitið. Tað vera brøðurnir Rógvi og Høgni Egilstoft Nielsen og Luitjen Akselsson Apol, sum fara undir avgerandi FM-tríumdyst í morgin leygardagin.

Les meira »