Brúkarir

NM 2015 byrjar í dag
Skrivað av TSF   
Fríggjadagur, 13. februar 2015 03:34
PDF Prenta Teldupostur
 
Skriv

Norðurlandameistaraheitið í skúlatelving verður telvað í Føroyum í vikuskiftinum. 60 ungdómar frá Finlandi, Svøríki, Norra, Danmark, Íslandi og Føroyum kappast í 5 aldursbólkum um at gerast besti norðurlendingur í skúlatelving. Umframt at hýsa útlendsku telvarunum við fylgi, verður kappingin telvað á Hotel Klaksvík. 6 umfør eru á skránni, har fyrsta umfar byrjar fríggjadagin 13 februar kl. 15.00, og seinasta umfar sunnudagin 15 feb. kl. 16.00.

Øll eru vælkomin inn á Hotel Klaksvík at hyggja, men eisini kann fylgjast við á netinum, har øll talvini verða víst live via www.faroechess.com.

Millum føroyingarnar eru størstu vónirnar til Høgna Egilstoft Nielsen, sum er styrkismettur ovast í elsta bólkinum við 2372 ratingstigum. Í hinum bólkunum eru føroysku telvararnir millum teir lægst rataðu, men tað er mangur leikur í longum talvi, so alt kann henda og vónirnar góðar.



 
KJØLUR Open 2015
Skrivað av TSF   
Týsdagur, 22. januar 2013 01:26
PDF Prenta Teldupostur
 

Hervið verður bjóðað til talvkappingina KJØLUR OPEN 2014 í "Snjalla Bjalla", dagarnar 30.-01. januar/februar. Kappingin er partur av Grand Prix kappingini 2014/15.

 

 Tilmeldingar: http://www.chess-results.com/tnr159830.aspx?lan=32

Seinast dagført ( Mikudagur, 28. januar 2015 22:59 )
 
Dupultumfarið 24. januar
Skrivað av Kappingarleiðarin   
Hósdagur, 22. januar 2015 12:49
PDF Prenta Teldupostur
 

Dupultumfarið 24. januar - har øll liðini telva saman -  verður telvað í Tórshavn.
Byrjað verður kl. 10:00 í skúlanum við Løgmannabreyt.

 
 
RÓKUR OPEN - 1. umfar útsett
Skrivað av Talvfelagið RÓKUR   
Fríggjadagur, 16. januar 2015 13:55
PDF Prenta Teldupostur
 

Vegna ivasom koyrilíkindi er umfarið, ið skuldi verða í kvøld, útsett til í morgin kl. 10:00. T.v.s. at 3 umfør verða telvað í morgin.

Seinast dagført ( Fríggjadagur, 16. januar 2015 14:10 )
 
RÓKUR OPEN 2015
Skrivað av Talvfelagið RÓKUR   
Sunnudagur, 11. januar 2015 20:15
PDF Prenta Teldupostur
 

Hervið verður bjóðað til RÓKUR OPEN 2015 dagarnar 16-18 jan. Kappingin er partur av Grand Prix kappingini 2014/15.

Seinast dagført ( Fríggjadagur, 16. januar 2015 11:23 )
 
Innbjóðing til FM 2015
Skrivað av Havnar Telvingarfelag   
Mikudagur, 17. december 2014 21:18
PDF Prenta Teldupostur
 

Havnar Telvingarfelag skipar í døgunum 28. mars til og við 04. apríl 2015,

fyri: Føroya Meistaraheitið í Talvi fyri einstaklingar 2015.

 

Kappast verður í hesum bólkum:  Landsliðsbólkur (10 telvarir), 1. Bólkur (10 telvarir) Almannabólkur (óavmarkað) og Unglingabólkinum (óavmarkað), og Veteranbólkur (treyta av - minst 6 luttakarar).

 

Kappingin

Kappingin fer fram í Skúlanum við Løgmannabreyt í Hoyvík, frá 28. mars til og við 04. apríl 2015

Tilmeldingar:  (Leinkja er ávegis, kemur seinni).

 

Seinast dagført ( Mánadagur, 16. mars 2015 20:08 )
 
Føroyameistaraheitið í snartelving
Skrivað av TSF   
Fríggjadagur, 12. december 2014 14:03
PDF Prenta Teldupostur
 

Føroyameistaraheitið í snartalv verður:

27. desembur kl. 12.30 í Skúlin við Løgmannabreyt, Tórshavn.

 

 

 

Tilmelding i seinasta lagi friggjadagin 26 des. kl. 13.00 á

Hesin teldupostbústaður er vardur móti forritum som uppsamla teldupostbústaðir. Tú skalt aktiverað Javascript fyri at kunna síggja bústaðin. ella smsa til 22 00 13 Upplýs navn + rating.

Tað verður ikki tikið móti tilmeldingum eftir freistina.

 

Luttøkugjaldið er 100 kr. fyri vaksin, 50 fyri unglingar og lesandi.

Gjalding fer fram á staðnum millum 11.45 - 12.15. Telvarar sum ikki gjalda innan ásettu tíð, telva ikki við.

 

Telvað verða 9 dupultumfør.

Við javnstøðu á 1. plássinum, verður umdystur á 2 x 5 og síðan suddendeath. Aðrar plaseringar verða roknaðar við korrektión.

Virðislønir til 1,2 og 3  + ratingvirðislønir.

 

Byrjað verður kl. 12.30 stundisliga!

 

Við talvkvøðu Havnar Telvingarfelag

 

 

 

  

Seinast dagført ( Fríggjadagur, 12. december 2014 14:14 )
 
ST-Open 2014
Skrivað av Sandavágs Talvfelag   
Mánadagur, 01. december 2014 10:33
PDF Prenta Teldupostur
 

ST-Open 2014

Seinast dagført ( Mánadagur, 01. december 2014 10:47 )
 
Ferðafrásøgn OL, Hans Hjalti Skaale seinasti partur
Skrivað av Hans Hjalti Skaale   
Týsdagur, 25. november 2014 00:57
PDF Prenta Teldupostur
 

3. og seinasti partur av ferðafrásøgn frá talv olympiaduni í Tromsø 1. – 15. august 2014.

 

Í hesum seinasta partinum av frásøgnini úr Tromsø skrivar Hans Hjalti Skaale millum annað um Vassily Ivanchuk 2740, ein av heimsins fremstu telvarum hesi seinastu 25 árini. Í mangar mátar ein heilt serligur maður. Eisini hoyra vit um hvussu Hans Hjalti upplivdi seinasta umfar, tá brádliga ein telvari doyði og um ruðuleikan ið kom av hesum.

 

Seinast dagført ( Týsdagur, 25. november 2014 01:02 )
 
ST-Open 2014
Skrivað av Sandavágs Talvfelag   
Leygardagur, 22. november 2014 12:46
PDF Prenta Teldupostur
 

Hervið verður bjóðað til talvkappingina ST OPEN 2014 dagarnar 28.-30. nov. Kappingin er partur av Grand Prix kappingini 2014/15.

 

http://chess-results.com/tnr148960.aspx?lan=7&art=0&wi=821

Seinast dagført ( Sunnudagur, 23. november 2014 21:25 )
 
NM úttøku kapping í Klaksvík, úrslit.
Skrivað av Talvsamband Føroya   
Týsdagur, 18. november 2014 00:47
PDF Prenta Teldupostur
 

Seinasta barna- og ungdómskappingin í talvi 2014, varð telvað í Klaksvík sunnudagin 16. Novembur.

Umframt heiðurin at verða FM-vinnari fyri Ung, so fara nr. 1 og nr. 2 í hvørjum bólki at luttaka í Norðurlandameistaraheitinum í talvi fyri skúlaungdóm í februar 2015.

NM verður fyriskipað av Talvsambandi Føroya komandi ár, og er avgjørt at kappingin verður í Klaksvík. 

Seinast dagført ( Týsdagur, 18. november 2014 00:53 )
 
<< Fyrsta < Fyrra 1 2 3 4 5 6 7 8 9 10 Næsta > Síðsta >>

Síða 7 út av 38