Rókur Open - Rógvi E. Nielsen 5/5!
Skrivað av TSF
Hósdagur, 12. januar 2012 21:14
|
|
|

Sum siður er, vóru NM-luttakararnir til dystin fús tá Rókur Open varð telvað í vikuskiftinum.
9 unglingar fara til Finnlands í februar mánað, og er RO liður í fyrireikingunum - samanlagt vóru 20 luttakarar har ímillum Olaf Berg og Martin Poulsen, so kappingin var ikki nøkur "walk over".
Rógvi Egilstoft Nielsen lat tó ongan iva vera um úrslitið í Rókur Open. Hann vant burturúr hinum telvarunum, og endaði kappingina við 5 stigum av 5 møguligum ! Á øðrum plássi endaði Høgni Egilstoft Nielsen við 4 stigum og Martin Poulsen varð nr. 3 við 3½ stigi.
Ratingvirðislønirnar vunnu Jónfinn Thomsen 1800-2000, Rúni Tindskarð Jacobsen 1201-1500 og Hanna Jacobsen 1000-1200
Endaliga støðan finst á:
http://chess-results.com/tnr63858.aspx?art=2&rd=1&lan=1
Seinast dagført ( Mánadagur, 16. januar 2012 21:05 )
|
|
Jólakapping hjá Sandavágs Talvfelag
Skrivað av ST
Sunnudagur, 08. januar 2012 23:57
|
|
|

Rógvi Egilstoft Nielsen vann jólakappingina, men tað skuldi umdystur til, tí bróðurin Høgni Egilstoft Nielsen hevði eins nógv stig og Rógvi, teir fingu 17½ í part av 19 møguligum.
Sandavágs Talvfelag hevur í fleiri ár havt jólakappin í talvi. Í ár vóru 20 telvarar við har allir telvaðu ímóti øllum - t.v.s. at teir fingu 19 talv í part. Byrjað varð kl. 17 stundisliga og liðugt var kl. 21:30.
Seinast dagført ( Mánadagur, 09. januar 2012 00:11 )
|
2. Jóladag snar KTF
Skrivað av Jólamaðurin
Mánadagur, 02. januar 2012 21:44
|
|
|

Tað er siður í Klaksvíkar Talvfelag, at 2. jóladag møtast telvarar til snartalv. Tað er ymiskt hvussu luttøkan er, men tað er altið bæði spennandi og hugaligt.
Luttøkan hevur oftað verið størri enn 2. jóladag 2011, men sjáldan meiri fjølbroytt.
Av teimum 8 møttu telvarunum, vóru helvtin útisetar og 3 høvdu aldrin fyrr telvað í talvfelagi.
Seinast dagført ( Mánadagur, 02. januar 2012 22:16 )
|
Jólakapping hjá Vestmanna Talvfelag
Skrivað av Kappingarleiðarin
Hósdagur, 29. december 2011 00:39
|
|
|

Árliga jólakappingin hjá Vestmanna Talvfelag var hildin leygardagin 17 dec. Umstøðurnar vóru framúr góðar, vóru í gomlu kaffistovuni á ferjuleguni inni á Fjørð.
Kappingin gjørdist óvanliga spennandi, og er nokk mest spennandi jólakapping í Vestmanna í nógv ár. Áðrenn síðsta umfar var støðan í toppinum hendan:
1. Jákup Andreasen 13½ (fríumfar síðsta umfar)
2. Petur Højgaard 13
3. Martin Brekká 12
4. Samson Højgaard 11½
Seinast dagført ( Hósdagur, 29. december 2011 01:14 )
|
Arild vann á Korchnoi
Skrivað av TSF
Mánadagur, 12. december 2011 22:20
|
|
|

Nú meðan London Classic varð telvað í Onglandi, ein tann sterkasta talvkappingin nakrantíð, gjørdi ein føroyingur veruliga vart við seg.
IA (International Arbiter) Arild Rimestad, sum best er kendur sum talvdómari, fekk enn ein skalp til simultan samlingina.
Seinast dagført ( Mánadagur, 12. december 2011 22:32 )
|
Ferðafrásøgn HDZ
Skrivað av HDZ
Mikudagur, 07. december 2011 06:35
|
|
|

Fyri knøppum tveimum mánaðum síðani var eg eitt rend yviri í Ìslandi og telvaði fýra umfør í íslendsku liðkappingini fyri liðið Talvfelagið Reykjavík (TR). Íslendska liðkappingin verður hildin yvir tvey vikuskifti, eitt í oktober og eitt í mars; fyrra vikuskiftið verða telvað fýra talv og seinna vikuskiftið trý.
Les alla frásøgnina her
Seinast dagført ( Mikudagur, 07. december 2011 06:44 )
|
FM í Snartalv úrslit
Skrivað av HDZ
Mikudagur, 30. november 2011 05:31
|
|
|

24 telvarar tóku lut í árliga føroyameistaraskapinum í snartalvi, sum var hildin í hølum Havnar Telvingarfelags.
Kappingin varð skipað í dupultumfør: 18 talv yvir 9 umfør.Olaf Berg og Hans Kristian Simonsen, sum frammanundan høvdu boðað frá luttøku, høvdu forfall, men var oddurin kortini rímiliga væl mannaður.
Umframt verandi føroyameistara, Helga Dam Ziska, og comeback kid, Martin Poulsen, høvdu eisini vanligu snarhávarnir, John Rødgaard, Finnbjørn Vang og Nielsen-trioin úr Sandavági, lagt leiðina til Havnar at dystast.
Seinast dagført ( Sunnudagur, 04. december 2011 20:12 )
|
FM Ung Finalan
Skrivað av TSF
Mánadagur, 28. november 2011 23:20
|
|
|

Karmarnir vóru framúr góðir, tá ið finalan í FM-Ung einstaklingar varð telvað í vikuskiftinum.
Fyri fyrstu ferð var ein talvkapping hildin í Skúlin við Løgmannabreyt, men vónandi gerst tað ikki síðstu ferð.
Sum undanfarin ár, var finalan eisini úttøkukapping til Norðurlandameistaraheitið í talvi fyri skúlaungdómar, sum í 2012 verður í Finnlandi. Kappast var í fimm bólkum - A til E - har nr. 1 og 2 verða úttiknir til NM.
Seinast dagført ( Týsdagur, 29. november 2011 19:40 )
|
Úrslit – GP 3 á Toftum
Skrivað av Talvsamband Føroya
Mánadagur, 21. november 2011 22:35
|
|
|

20 luttakarar vóru til kvik-kappingina á Toftum, sum samstundis er triðja kappingin av 10 í Grand Prix 2011.
Tað bleiv ein jøvn og spennandi kapping, har teir ovast styrkismettu telvararnir góvu hvørjum
øðrum ein skarpan gang, alt meðan aðrir telvarar stungu seg upp ímillum av og á.
Seinast dagført ( Mánadagur, 21. november 2011 22:43 )
|
FM Ung-einstaklingar Finalan
Skrivað av TSF
Mánadagur, 21. november 2011 12:01
|
|
|

"Talvsamband Føroya skipar aftur í vetur fyri Føroyameistarakapping fyri børn- og ung fyri einstaklingar í talvi. Kappingin verður skipað í 5 ymiskum aldursbólkum, og er samstundis úttøkukapping til NM-kappingina 2012 - sum hesuferð verður telvað í Finnlandi 17 - 19 februar.
Seinast dagført ( Mánadagur, 21. november 2011 22:59 )
|
Frásøgn: 15. Offene Internationale Bayerische Schach Meisterschaft
Skrivað av Helgi Dam Ziska
Mánadagur, 07. november 2011 22:49
|
|
|

461 telvarar møttu til opnu kappingina, sum varð hildin í vøkru bygdini Bad Wiessee í døgunum
29. oktober til 6. november. Sjálvur var eg seedaður sum nr. 31. Eg hevði vant nógv upp undir
kappingina og hevði góðar vónir til eitt heiðurligt úrslit.
Seinast dagført ( Týsdagur, 08. november 2011 00:12 )
|
|
|
|
|