Heimsins besti talvleikur !
Skrivað av TSF
Mikudagur, 26. oktober 2011 17:58
|
|
|

Hey allir føroyskir telvarar!
Vit leita eftir heimsins besta talvleiki!
Vónandi vilja tit hjálpa okkum at leita.
Til hesa fyrstu greinina hava vit funnið ein framúr góðan kandidat.
Leikurin er at finna í talvinum millum S.Lewitzky - F.J.Marshall í altjóða kapping í Breslau 1912.
Tað vil siga, at umrøddi talvleikur hevur 99 ár á baki í ár og verður 100 ára gamalur komandi ár.
Seinast dagført ( Mikudagur, 26. oktober 2011 18:09 )
|
|
GP1 2011 - HT snar úrlist
Skrivað av Talvsamband Føroya
Leygardagur, 22. oktober 2011 14:38
|
|
|
 Endaliga støðan
Seinast dagført ( Leygardagur, 22. oktober 2011 14:49 )
|
Liðkappingin byrjar 30. oktobur
Skrivað av Talvsamband Føroya
Hósdagur, 20. oktober 2011 13:41
|
|
|
 Liðkappingin byrjar sunnudagin 30. oktobur 2011.
Umførini eru løgd og kunnu síggjast á leinkjum á vinstra bredda.
Tað er ikki fastlagt enn nær unglingadystirnir verða telvaðir. Nærri upplýsningar koma seinni.
Gevið gætur, at §9 stk. a í lógini um liðkappingina er broytt, soleiðis at revsingin fyri ikki uppmøttar telvarar/lið er hálveraður. Hetta varð samtykt á aðalfundinum 14.10.2011
Talvsamband Føroya
Seinast dagført ( Hósdagur, 20. oktober 2011 14:01 )
|
FM Ung-einstaklingar í Sandavági
Skrivað av TSF
Mánadagur, 17. oktober 2011 13:14
|
|
|

"Talvsamband Føroya skipar aftur í vetur fyri Føroyameistarakapping fyri børn- og ung fyri einstaklingar í talvi. Kappingin verður skipað í 5 ymiskum aldursbólkum, og er samstundis úttøkukapping til NM-kappingina 2012 - sum hesuferð verður telvað í Finnland í februar mánað 2012.
Seinast dagført ( Mánadagur, 17. oktober 2011 13:20 )
|
Innbjóðing til GP1, snartalv kl. 11.00
Skrivað av TSF
Mánadagur, 17. oktober 2011 13:11
|
|
|

Tær vælumtóktu Grand Prix kappingarnar - sum eru 10 í tali - byrja nú aftur, og lagt verður til brots við einari snartalvskapping.
Telvað verður í hølum Havnar Telvingarfelags leygardagin 22. oktober kl. 11.00. Kostnaður 100 kr.
Tilmelding á
Hesin teldupostbústaður er vardur móti forritum som uppsamla teldupostbústaðir. Tú skalt aktiverað Javascript fyri at kunna síggja bústaðin.
ella smsa 22 14 22, í seinasta lagi fríggjakvøldið kl. 18.00.
Talvsamband Føroya
Seinast dagført ( Mánadagur, 17. oktober 2011 13:13 )
|
Talvkalendarin 2011/12
Skrivað av TSF
Sunnudagur, 16. oktober 2011 22:09
|
|
|

Niðanfyri sæst talvkalendarin fyri talvárið 2011/12.
Viðmerkingar kunnu gerast inntil 21. oktober, tá kalendarin endaliga verður fastlagdur.
Seinast dagført ( Týsdagur, 17. januar 2012 01:53 )
|
Tilmelding til liðkappingina 2011/12
Skrivað av Talvsamband Føroya
Sunnudagur, 09. oktober 2011 12:19
|
|
|

Tilmelding til liðkappingina 2011/2012
Til feløgini.
Hervið verða feløgini biðin um at tekna lið til liðkappingina 2011/2012.
Seinast dagført ( Sunnudagur, 09. oktober 2011 13:46 )
|
Aðalfundurin fluttur til 14 oktober
Skrivað av TSF
Mánadagur, 26. september 2011 19:47
|
|
|

Aðalfundurin verður 14. oktober kl. 17.00 í Havnar Telvingarfelag.
Seinast dagført ( Mánadagur, 26. september 2011 19:51 )
|
Ársaðalfundur TSF, 30. septembur 2011
Skrivað av TSF
Hósdagur, 09. september 2010 17:57
|
|
|

Talvsamband Føroya hevur ársaðalfund fríggjadagin, tann 30. septembur 2011, kl. 17.00, í hølum Havnar Telvingarfelags.
Seinast dagført ( Mánadagur, 29. august 2011 20:32 )
|
Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, hittir Kirsan Ilyumzhinov, forseta í FIDE
Skrivað av TSF
Mánadagur, 22. august 2011 16:22
|
|
|

Talvsamband Føroya hevur skipað fyri altjóða talvkapping í døgunum 15. - 21. august 2011. Telvað var bæði í Nesvík og í Klaksvík. Í samband við kappingina fingu Føroyar vitjan av FIDE-forsetanum Kirsan Ilyumzhinov, sum eisini luttók á endahátíðini eftir kappingina. FIDE er altjóða talvsambandið, og eru Føroyar sjálvstøðugir limir í FIDE, eins og vit eru limir í FIFA altjóða fótbóltssambandinum. Enn hevur tað ikki eydnast okkum at fáa sjálvstøðugan limaskap í øðrum altjóða ítróttasambondum umframt hesum. So tað er umráðandi at røkja hesi sambond so væl sum møguligt.
Seinast dagført ( Mánadagur, 22. august 2011 16:26 )
|
Telving
Skrivað av TSF
Fríggjadagur, 19. august 2011 16:07
|
|
|

Umfar 8 byrjar kl. 13.00 20 august.
Eitt heilsan úr Svøríki: http://larsgrahn.blogspot.com/
Telvað verður í Ósáskúlanum í Klaksvík
Seinast dagført ( Leygardagur, 20. august 2011 00:07 )
|
|
|
|
|