FM Heini Olsen í Reykjavik Open 2010 !
Skrivað av Jógvan Joensen   
Týsdagur, 23. februar 2010 21:05
PDF Prenta Teldupostur
 

FM Heini Olsen luttekur í Reykjavik Open 2010, sum fer av bakkastokki mikudagin kl. 15.30, tá fyrsta umfar verður telvað.

Árliga kappingin í Reykjavík er aftur í ár um at seta met viðvíkjandi luttøku, nú 106 telvarar er skrásettir at byrja mikudagin, harav fitt av stórmeistarum og altjóða meistarum. Nógv kend andlit.

Telvað verða 9 umfør og - altíð áhugaverda og spennandi kappingin - varar eina viku.

Ynskt verður Heina góða eydnu. Fylgið Heina á hesi leinkjuni: HER

Seinast dagført ( Fríggjadagur, 26. februar 2010 12:11 )