Seinasta umfar í liðkappingini
Skrivað av Kappingarleiðarin   
Fríggjadagur, 26. februar 2010 08:31
PDF Prenta Teldupostur
 

lidkappingVart skal gerast við, at í seinasta umfarinum í liðkappingini er ikki loyvt  telvarum at flyta niður í lægri lið/deild. 

Dømi: ein telvari, sum hevur telvað við 1. deild í 9. umfari, kann í 10. umfari ikki telva við lægri liði í 1. deild, ella nøkrum øðrum liði í eini lægri deild.

Hesin regul er galdandi fyri allar deildir.

Í unglingadeildini gerst hesin regul galdandi við, at telvarar ikki kunnu flyta frá einum liði í unglingadeildini, niður í lægri lið í unglingadeildini - tó kunnu teir hava telvað við einum liði í vaksnamannadeildinum í umfarinum frammanundan.

Seinast dagført ( Fríggjadagur, 26. februar 2010 09:16 )