Helgi vann ST-Grand Prix 2010
Skrivað av Jógvan Joensen   
Leygardagur, 27. februar 2010 23:43
PDF Prenta Teldupostur
 

Helgi sigraði trygt ! Lokali Rógvi E. Nielsen var hin einasti, sum megnaði at skala fulla stigatalinum: Javnt !  

28 telvarar vóru til Grand Prix Kvik-kapping í Sandavági í dag. Telvað varð í SÍF-húsinum. Kappingin er partur av Grand Prix kappingini 2009/10.

Telvað vórðu 7 umfør, har telvararnir høvdu 15. min. í part.



Virðislønir vórðu latnar nr. 1, 2 og 3, umframt ratingvirðislønir.

Nr. 1 gjørdist Helgi Dam Ziska við 6½ stigi.

Nr. 2 gjørdist John Rødgaard við 5½ stigi.

Nr. 3 gjørdist Carl Eli N. Samuelsen við 5 stigum, javnur í stigum við Finnbjørn Vang, sum gjørdist nr. 4.

Silas Eysteinsson fekk virðisløn fyri besta avrik fyri teir, sum hava rating undir 1200.

Hans Dánjal Joensen fekk virðisløn fyri besta avrik fyri teir, sum hava rating 1200-1500.

Margar Berg fekk virðisløn fyri besta avrik fyri teir, sum hava rating 1200-1700.

Finnbjørn Vang fekk virðisløn fyri besta avrik fyri teir, sum hava rating 1700-2100.

Sí endaúrslitið: HER

Sára hitar upp til FM fyri gentur komandi vikuskifti !

Hugaligt - hugaligt ! Okkara allar sterkastu eru við har tað hendir. Og innast í myndini, hin yngsti, Janus Skaale.

IM-arar og spennandi Sandavágs-brøður !

Janus leitar eftir frægasta leikinum

Spenningur í luftini - sera sera stinnir og ivaleyst ikki minst spentir til FM endabrestin í liðkappingini !

Julian - energiskur unglingi - ímóti Alfred Olsen, júst komin heimaftur frá frálíkari NM-kapping úr Svøríki. Tað grør. 

Skrivað: Jóanis Nielsen - Portalur, har Talv altíð er í fremstu røð: sí - www.joanisnielsen.fo

Myndir: Joanis Nielsen og Finnbjørn Vang 

Sett saman og myndatekstir: Jógvan Joensen

Seinast dagført ( Sunnudagur, 28. februar 2010 01:21 )