|
Helgi sigraði trygt ! Lokali Rógvi E. Nielsen var hin einasti, sum megnaði at skala fulla stigatalinum: Javnt ! 28 telvarar vóru til Grand Prix Kvik-kapping í Sandavági í dag. Telvað varð í SÍF-húsinum. Kappingin er partur av Grand Prix kappingini 2009/10. Telvað vórðu 7 umfør, har telvararnir høvdu 15. min. í part.
Sí endaúrslitið: HER
Sára hitar upp til FM fyri gentur komandi vikuskifti !
Hugaligt - hugaligt ! Okkara allar sterkastu eru við har tað hendir. Og innast í myndini, hin yngsti, Janus Skaale.
IM-arar og spennandi Sandavágs-brøður !
Janus leitar eftir frægasta leikinum
Spenningur í luftini - sera sera stinnir og ivaleyst ikki minst spentir til FM endabrestin í liðkappingini !
Julian - energiskur unglingi - ímóti Alfred Olsen, júst komin heimaftur frá frálíkari NM-kapping úr Svøríki. Tað grør. Skrivað: Jóanis Nielsen - Portalur, har Talv altíð er í fremstu røð: sí - www.joanisnielsen.fo Myndir: Joanis Nielsen og Finnbjørn Vang Sett saman og myndatekstir: Jógvan Joensen |
| Seinast dagført ( Sunnudagur, 28. februar 2010 01:21 ) |












