Telvari í 3. deild ikki á styrkilistanum
Skrivað av Kappingarleiðarin   
Mánadagur, 01. mars 2010 22:16
PDF Prenta Teldupostur
 

Liðkappingin

 

Telvarin hevur telvað við Toftir 2 í 8., 9. og 10. umfari.

Misskiljingar frá Toftir 2 høvdu við sær, at telvarin ikki varð fráboðaður til kappingarleiðaran, og tískil ikki settur á styrkilistan hjá felagnum. 

Kappingarleiðarin hevur avgjørt, at telvarin skal roknast at vera á styrkilistanum eftir 8. umfar hjá 3. deild, og er sostatt lógligur eftir hetta.

Niðurstøðan er sostatt, at viðkomandi telvari tapir talv sítt í 8. umfari.

Seinast dagført ( Mánadagur, 08. mars 2010 09:07 )