Aktuellar kappingar
FM 2010 einstaklingar
Liðkappingin 2010
Annað
Brúkarir
|
Talvsamband Føroya skipar fyri FM í talvi fyri gentur 2010, sunnudagin tann 7. mars 2010. Kappingin fer fram í Skúlanum í Kollafirði og byrjar sunnudagin 7. mars kl. 13.30. Telvað verða 9. umfør, og er umhugsunartíðin 20 minuttir til hvønn telvara, hvørt umfarið.
Telvararnir verða býttar upp í 3 FM-aldursbólkar: U13: Gentur føddar í 1997 el. seinni U16: Gentur føddar í 1994 el. seinni U19: Gentur føddar í 1990 el. seinni. Luttøkugjald Tað er ókeypis at luttaka Tilmelding Luttakarar kunnu melda seg til við at senda teldupost til Hesin teldupostbústaður er vardur móti forritum som uppsamla teldupostbústaðir. Tú skalt aktiverað Javascript fyri at kunna síggja bústaðin. ella ringja 22 14 22. Upplýsið navn og føðingardag (dd/mm/ár). Meldið luttøku í seinasta lagi fríggjadagin 5. mars kl. 19.00. Vinningar Heiðursmerki verða latin fremstu luttakarunum í øllum bólkum. Harafturat er FM-kappingin vegleiðandi úttøkukapping til NM fyri gentur, ið verður í Íslandi 23.-25. Apríl 2010. Við talvkvøðu TALVSAMBAND FØROYA
|
| Seinast dagført ( Týsdagur, 02. mars 2010 17:53 ) |





