Rødgaard ósvitaligur !
Skrivað av Jógvan Joensen   
Sunnudagur, 07. mars 2010 00:41
PDF Prenta Teldupostur
 

 

IM John Rødgaard tók - enn einaferð - longu leiðina úr Suðuroynni norð til fastlandið at telva. Uttan ein feril at snáva, vann hann sera trygt KTF-Grand Prix Kvik 2010. Greitt og einfalt !

 

Eftir at 7 umfør vóru telvað, varð John ovastur við 6½ stigi av 7 møguligum og harvið vinnari. Finnbjørn Vang átti hálva stigið ímóti vinnaranum og gjørdist nr. 2. 17 ára gamli unglingin úr Havnini, Hjalti Tofum Jógvansson, gjørdi enn einaferð vart við seg og gjørdist nr. 3 við 5 stigum.

Stinnastur fyri telvarar við styrkitalinum 1400 og lægri var Heðin Gregersen. Helgi Joensen, var stinnastur fyri telvarar 1900 og lægri.

20 telvarar luttóku í kappingini.

Stigatalvan er ávegis.

 

Seinast dagført ( Týsdagur, 16. mars 2010 14:30 )