Innbjóðing: HT OPEN 2010 !
Skrivað av Jógvan Joensen   
Mánadagur, 08. mars 2010 09:41
PDF Prenta Teldupostur
 

 

Hervið verður bjóðað til HT OPEN 2010 talvkappingina í hølum Havnar Telvingarfelags í døgunum 12.-14. mars. Kappingin er partur av Grand Prix kappingini 2009/10.

Kappingin byrjar fríggjadagin 12. mars, kl. 18.00, tá eitt umfar verður telvað. Leygar- og sunnudagin verður byrjað kl. 10.00 og 15.00.

Tíðin til alt talvið verður 1 ½ tími + 30 sekund fyri hvønn leik.

Vinningar

Virðislønir verða latnar nr. 1, 2 og 3, umframt ratingvirðislønir.

Luttøkugjaldið er 100 kr fyri hvønn. Skal gjaldast á staðnum áðrenn telvað verður fríggjakvøldið 12. mars.

Tilmelding

Meldið luttøku hjá Finn Larsen: tlf. 59 86 27 og ella við telduposti til  Hesin teldupostbústaður er vardur móti forritum som uppsamla teldupostbústaðir. Tú skalt aktiverað Javascript fyri at kunna síggja bústaðin.

Seinasta freist at melda til er hóskvøldið 11. mars kl. 21:00

Møtið Fjølment !

Havnar Telvingarfelag

Seinast dagført ( Mikudagur, 10. mars 2010 23:05 )