Aktuellar kappingar
FM 2010 einstaklingar
Liðkappingin 2010
Annað
Brúkarir
|
Enn eina ferð var Kollafjarðar Skúli karmur um FM í talvi fyri gentur. Telvað varð í tveimum bólkum, U13 og U16. 8 gentur høvdu boðað frá luttøku, harav 6 telvaðu í yngra bólkinum.
U16 bólkin vann Sára Traber Olsen, úr Tórshavn, sannførandi á Elsubu M. Petersen, av Viðareiði, men ungu kvinnurnar vísti báðar góðar taktir. Sára hevur fyrr vunnið FM og eisini luttikið í Norðurlandameistaraheitinum í talvi fyri gentur við góðum úrslitum, og verður hon eisini við til NM, sum í ár verður í Íslandi 23 – 25 apríl.
U16: Sára Traber Olsen (1), Elsuba M. Petersen (2)
Elsuba luttók fyri fyrstu ferð í almennari talvkapping, men smæddist ikki burtur og hevur nógv gott í væntu.
U13 bólkurin varð ein gysari av aðrari verð. Hóast tað bert vóru 6 gentur við í kappingini, so var spenningur frá fyrsta leiki.
Genturnar løgdu nógv fyri, og vísti allar góð talvevnir. Anna Absalonsen var við fyri fyrstu ferð, men fekk hóast hetta 2 stig. Silja og Tordis vístu enn einaferð, at talvevnini eru góð.
Eftir at 3 umfør vóru telvd var Signhild Djurhuus, úr Kollafirði, á odda við fullum stigatali. Men í 4 umfari tapti hon ímóti Honnu Jacobsen, sum bert var eitt stig aftanfyri. Samstundis kom Kára Durhuus, ið tapti heldur óvæntað í fyrsta umfari móti óroyndu Onnu av Viðareiði við sjógv á bak eltandi oddin. Seinasta umfarið lagaði tað soleiðis, at tríggjar lógu javnar í oddinum, men tvær av teim skuldu møtast. Kára møtti Signhild og har dróg Signhild longra stráið. Hin oddafiskurin Hanna, vann á Tordis og tískil mátti umdystur til fyri at finna vinnaran.
Tvey talv á 10 minuttir vóru fyrst á skránni. Drápuligi umdysturin byrjaði við at Hanna vann fyrra talvið við svørtum, men tapti seinna við hvítum. Tískil mátti enn ein dystur til, hesa ferð við tveimum talvum á 5 minuttir.
Her vann Hanna bæði talvini og gjørdist FM vinnari í U13.
U13: Signhild Djurhuus (2), Hanna Jacobsen (1), Kára Durhuus (3) - allar úr Kollafirði
Tórshavnar Kvøld- og ungdómsskúli, Kollafjarðar Skúli og Kári Durhuus - og sjálvsagt genturnar eisini - eiga eina stóra tøkk uppiborna fyri ein ófatuliga spennandi enda á einari frálíkari kapping.
Sára T. Olsen, úr Tórshavn og Hanna Jacobsen og Signhild Djurhuus, báðar úr Kollafirði, luttaka í NM í talvi fyri gentur 2010, sum verður í Íslandi í apríl mánað.
Hjartaliga tillukku við úrslitunum og úttøkuni, og góða eydnu til NM.
TALVSAMBAND FØROYA
Skrivað/myndir: Finnbjørn Vang
Grettir og Kári til spennandi talvorrustu í millum frægastu genturnar í Føroyum !
Finnbjørn Vang skipaði fyri vegna Talvsambandið og handaði snotuligu steypini !
|
| Seinast dagført ( Mikudagur, 10. mars 2010 00:08 ) |





















