Almennar reglur
§1
Almennar kappingarreglur.
-
Er ikki annað ásett í kappingarreglunum ella innbjóðing fyri ávísa kapping, eru altíð FIDE reglurnar galdandi.
-
Er ivamál um, hvussu FIDE-reglurnar skulu skiljast, er enska útgávan galdandi.
-
Øll kappingarhølir skulu vera roykfrí. Fyrireikarar kunnu hava serlig hølir fyri roykjarar.
§2
Allýsing av føroyingum, útisetum og útlendingum.
-
Undir heitið føroyingur er eisini útlendingur, sum hevur fastan bústað í Føroyum og hevur havt hann í tvey ár.
-
Útiseti er føroyingur, sum er burturstaddur í eina tíð í lestrar ella líknandi ørindum.
|