Reglur fyri dómaran í liðkappingini§1 Dómarin skal ansa eftir, at dysturin verður telvaður sambært galdani reglum hjá TSF eins og hann skal syrgja fyri, at reglugerð TSF er til staðar í talvhølinum, meðan telvað verður. §2 Áðrenn dysturin byrjar, skal hann kanna eftir:
§3 Dómarin skal seta klokkurnar í gongd til ásetta tíð. Hetta er eisini galdandi, sjálvt um ikki allir telvaranir eru møttir. §4 Dómarin skal senda ein fullfíggjaðan dómaraseðil og avrit av øllum talvunum til kappingarleiðaran í seinasta lagi 3 ( tríggjar ) dagar eftir, at talvdysturin er telvaður. Dómaraseðilin skal vera undirskrivaður av báðum liðformonnunum og dómaranum. §5 Dómarin skal skrivliga boða kappingarleiðaranum frá, um dysturin er farin óregluliga fram. |



