Reglur um ferðasteyp
Er ferðasteyp í eini einstaklinga- ella liðkapping, gerst tað ogn:
-
Um sami telvari ella sama felag vinnur trý ár á rað
-
Um sami telvari ella sama felag vinnur fimm ferðir íalt innanfyri tíggju ár
-
Hjá tí telvara/felag, sum hevur flestar sigrar, tá tíggjur ár eru umliðin; stendur á jøvnum millum tveir/tvey ella fleiri, verður avgerandi dystur telvaður millum viðkomandi.
|