Leiðbeining um rating
Greitt verður frá um:
Tá tú telvar uttanlandsTá ið tú telvar í útlendskum kappingum við vanligari umhugsunartíð, og sum vanliga verða rataðar, hevur tú skyldu til - sum limur í TSF - at senda úrslitini frá kappingini til ratingnevndina innan 14 dagar eftir, at kappingin endaði. Hetta skal gerast, hóast kappingin er at finna á onkrari heimasíðu.
Tað, sum skal sendast inn, er:
Týdningarmikið er, at tú sendir úrslitini inn, hóast tú ikki finnur røttu ratingtølini, tí so kunnu vit hjálpi til við tí. Eitt gott mið at finna ratingtølini er á heimasíðuni hjá FIDE, http://www.fide.com/ratings/index.phtml
Eru tit fleiri, ið telva í somu kapping, kann ein tykkara senda inn fyri allar.
Ætlar tú at telva í útlendskari kapping, og tú ikki vilt, at kappingin skal ratast, skalt tú boða ratingnevndini frá tí, áðrenn kappingin byrjar.
Telvar tú í kappingum í Føroyum, og sum skulu ratast, er ikki fyri neyðini hjá tær at innsenda tíni úrslit. Tey, sum fyriskipa kappingini, hava skyldu at boða ratingnevndini frá øllum úrslitunum í kappingini.
Fyriskipan av kappingum í Føroyum
Tey, sum fyriskipa føroyskum talvkappingum, sum skulu ratast, hava skyldu at senda úrslitini inn til ratingnevndina beint eftir, at kappingin endaði. Verður Swiss Perfect orritið brúkt til at stýra kappingini við, skal leiðbeiningin um forritið niðanfyri fylgjast.
Einans snarkappingar, sum eru almennar og eru lagdar við forritinum Swiss Perfect, og sum fylgja leiðbeiningina um tað forritið niðanfyri, verða rataðar.
Hetta forrit er til at stýra talvkappingum við, og okkara ratingskipan er nú soleiðis innrættað, at til ber at innlesa úrslitini frá kappingum beinleiðis frá Swiss Perfect inn í ratingskipanina. Hetta ger umsitingina av ratingúrslitum munandi lættari, enn tá ið alt skal skrásetast við hond.
Tí ber nú eisini til at rata onnur sløg av talvkappingum sum t.d. snartalv, kviktalv, vanligt talv osfr.
Tá ið skipað verður fyri kappingum við Swiss Perfect, og sum skulu sendast inn til ratingútrokning, skal ein fyri hvønn telvara skráseta navn, ratingtal og limanummar hjá TSF.
Í forritinum eru serliga 4 teigar, ein skal brúka, sum eru:
Swiss Perfect ger tríggjar fílur, sum skulu sendast inn til ratingútrokning. Hesar hava eftirnøvnini 'trn', 'sco' og 'ini'.
|



