Brúkarir

Høgni vann sannførandi.
Skrivað av Finnbjørn Vang   
Hósdagur, 03. februar 2011 20:57
PDF Prenta Teldupostur
 

 

 

 

 

Klaksvíkar Talvfelag skipaði fyri Kjølur Open í vikuskiftinum. KJØLUR OPEN
26 telvarir møttu upp í Ósáskúlanum fríggjakvøldið til fyrsta umfar, og hildu á til sunnudagin.

Kappingin var sera spennandi og jøvn. Ratingfavorittarnir lógu fremstir tað mesta av kappingini, men óvæntaði úrslit stungu seg upp allatíðina.
Av teimum kunnu nevnast: Javnleikurin hjá Silas 1315 móti Tummas M. 1857, Janus 1123 vann á Sigurð 1325, Eli 1158 vann á Jákup F. 1608 og sigrarnir hjá Hjalta 1895 á Finnbjørn 2050 og Herluf 2014.

 

Eftir trý umfør, lógu Høgni E. Nielsen 1943 ST og Hjalti T. Jógvansson 1895 HT á odda við 3 stigum.Tummas M. Sólsker 1857 KTF var nr. 3 við 2½ stigi og heili 9 telvarir høvdu 2 stig.


Høgni vann toppdystin móti Hjalta í 4. umfari og hevði nokk við javnleiki í seinasta umfari til at vinna kappingina.


Við hvíta fólkinum móti beiggjanum - Rógvi E. Nielsen 2134 ST - telvaði Høgni trygt og væl. Javneleikurin kom høldar og Høgni gjørdist uppiborin vinnari av
Kjølur Open 2011.

Hjalti T. Jógvansson HT og Finnbjørn Vang KTF gjørdust javnir á 2. plássi, meðan Rógvi M. Olsen TT, Dánjal J. Jacobsen HT og Karl M. Dahl fingu ratingvirðislønir.

 

Høgni E. Nielsen 1943 ST. Tryggur vinnari við 4½ stigum í Kjølur Open 2011.

 

Hjalti T. Jógvansson 1895 varð nr. 2 og Finnbjørn Vang 2050 nr. 3. Hjalti vísti góðar taktir til NM við sigrum á Finnbjørn og Herluf 2014.

 

Rógvi 1647 vann Ratingvirðisløn 1, Dánjal J. 1388 vann Rvl 2 og Karl M. 1228 vann Rvl 3.

 

Silas telvaði fleiri góð talv og burdi enntá havt vunnið á Tummas M. - spennandi verður til NM.

 

 

Jákup F. Joensen GT og Helgi Joensen TT. Hesir hava drúgvar royndir, ið koma sera væl, tá telvað verður móti ungdóminum.

 

Janus og Hans Jákup úr KTF. Spennandi unglingar, ið fáa sær alsamt fleiri royndir.

 

 Ósáskúlin í Klaksvík, altíð klárur til eina talvkapping. Klaksvíkar Kommuna og skúlin eiga rós fyri tað.

 

 

 

 

Seinast dagført ( Mikudagur, 09. februar 2011 18:55 )
 

Skriva viðmerking

Vinarliga vís virðing og nýt sømuliga atferð, tá ið skrivað verður.
Útspilling er ikki loyvd.


Trygdarkoda
Endurinnles