Reglur fyri úttøku av føroyskum umboðum í altjóða kappingum§1 Virkisøki Nevndin í Talvsambandi Føroya tekur út teir telvarar, ið skulu manna føroyska landsliðið og telvarar, ið skulu umboða Føroyar í altjóða einstaklingakappingum. Nevndin kann geva aðrari nevnd ella venjara hesa heimild til ávísar úttøkur. §2 Føroyingar Allir føroyingar hava rætt at umboða Føroyar. §3 Úttøkutreytir
Føroyameistarin fyri einstaklingar er sjálvskrivaður í altjóða liðkappingum. Møguligt er hjá úttøkunevndini at geva eitt (1) ”wildcard”; t.v.s. úttøka sum ikki er tengd at úttøkureglunum. §4 Liðuppseting Nevndin í Talvsambandi Føroya, onnur nevnd, ella venjari ger av á hvørjum borði úttiknu telvararnir verða settir at telva. §5 Aðrar ásetingar
Nevndin í Talvsambandi Føroya, onnur nevnd, ella venjari ger í sambandi við úttøkur, leiðreglur og ásetingar sum telvarar verða at fylgja. Brot á leiðreglur og ásetingar gevur nevndini í Talvsambandi Føroya, aðrari nevnd ella venjara heimild at seta telvara av liðnum. |



