Brúkarir

Hugaítróttur Føroya
PDF Prenta Teldupostur
 

Viðtøkur fyri Hugaítrótt Føroya


§1

Hugaítrótt Føroya er ein samskipan av sambondum og felagsskapum, sum íðka skipaðan hugaítrótt undir kappingarligum treytum.
Limir í Hugaítrótti Føroya eru Talvsamband Føroya og Føroya Bridgesamband.

 

§2

Felagið kann taka upp nýggjar limir, sum lúka treytirnar fyri upptøku, ið eru at
- vera landsfevnandi samband ella felagskapur smb. §1, stk. 1
- hava altjóða, evropeiskt ella norðurlendskt samstarv við líkandi feløg
- hava siðvenju og søguligt tilknýti til hugaítrótt.



§3

Felagið hevur heimstað hjá formanni felagsins.



§4

Hugaítrótt Føroya hevur til endamáls at røkja felags áhugamál hjá limafeløgunum.



§5

Limafeløgini hava til uppgávu at skipa fyri og fremja egnar kappingar og at hava eftirlit við egnum kappingum, landsdystum o. t.



§6

Hugaítrótt Føroya verður stýrd av eini nevnd, sum er hægsti myndugleiki felagsins.
Nevndin verður mannað við 5 nevndarlimum. Talvsamband Føroya velur 2 nevndarlimir og Føroya Bridgesamband 2 nevndarlimir. Hesir 4 nevndarlimir velja – við vanligum meiriluta – fimta nevndarlimin, sum samstundis verður formaður fyri Hugaítrótt Føroya.
Nevndarlimirnir eru valdir fyri eitt tvey áraskeið. Hvørt ár standa tveir nevndarlimir fyri vali ein úr hvørjum limafelag. Formaður stendur fyri vali líka ár.
 Allir fundir skulu kallast inn við minst 14 daga freist við fundarskrá.



§7

Peningurin, sum verður latin Hugaítrótti Føroya, verður býttur millum limafeløgini eftir einari grundupphædd, umframt eftir limatali í limafeløgunum.
Tó verður játtanin frá Føroya Landsstýri, sambært løgtingsfíggjarlóg, 4 tey fyrstu árini at býta sambært serligari avtalu.



§8

Nevndin ger einsamøll av sína dagsskrá. Nevndin kann taka avgerðir, um í minsta lagi helvtin av nevndarlimunum eru hjástaddir.
Stendur á jøvnum, er formansins atkvøða avgerandi.
Felagið verður umboðað av formanni og viðkomandi nevndarlimi í felag.
 Nevndin kann geva umboðsfulltrú.
 Uppgáva nevndarinnar er at:
- røkja áhugamál felagsins mótvegis almennum myndugleikum og mótvegis limafeløgunum.
- hava eftirlit við, at limafeløgini halda lógir og viðtøkur felagsins.
- Samtykkja fíggjaræltan og býti av tí fæi, sum felagnum verður tillutað.
- hava dagligu leiðsluna.



§9

Roknskaparárið er álmanakkaárið.
Limafeløgini skulu innan 1. mai leggja fram góðkendan rakstrarroknskap og fíggjarstøðu fyri farna roknskaparskeið í limafelagnum.



§ 10

Nevndin velur tveir grannskoðarar at grannskoða roknskap felagsins. Grannskoðararnir hava altíð atgongd til ófráboðaða grannskoðan.



§ 11

Broytingar í viðtøkum felagsins kunnu fremjast, um í minsta lagi 2/3 av nevndarlimunum atkvøða fyri broytingaruppskotinum, og um tað er sett á dagsskránna frammanundan.
Hugaítrótt Føroya kann ikki verða tikið av uttan fulla semju millum limirnar.
Verður felagið tikið av, verða ognir felagsins at brúka sambært nevndarsamtykt.
Soleiðis samtykt á aðalfundi í Tórshavn hin 17. januar 2005.

Petur Sigurd Rasmussen, formaður
Mortan Rasmussen, skrivari
Bogi Simonsen, nevndarlimur
Andrias Ziska, nevndarlimur
Jógvan Joensen, nevndarlimur