|
Grand Prix Finalan 2011 varð telvað í vikuskiftinum. Rættir telvarar ræðast ikki skuggan, og møttu 10 telvarar til finaluna í allar fagrasta summarveðri.
Undan finaluni hava 9 kappingar verið, sum hava skift í millum snartalv, kviktalv og talv við vanligari leiktíð.
Kappingin í ár hevur í stóran mun verið mest spennandi um 2. og 3. plássið og ratingvirðislønirnar. IM John Rødgaard, Hjalti T. Jógvansson vann tó 1. ratingvirðisløn rímuliga suvirent og hevði hann fleiri góðar kappingar. 2. ratingvirðisløn vann eingin, tí at luttøka krevst í finaluni fyri at koma uppá tal. 3. ratingvirðisløn vann Eli W. Finnson úr Havnar Telvingarfelag, sum enntá sníkti seg at fáa Grand Prix stig, nakað sum ikki er vanligt fyri unglingar við 1158 í rating. Eitt sera flott avrik av evnaríka unglinganum.
Vinnarin varð als ikki nevndur, men hann er eisini nakað fyri seg. IM Helgi Dam Ziska luttók í 4 kappingum + finaluni,
Helgi hevur vunnið FM í snartelving, FM fyri einstaklingar og nú eisini Grand Prix Finaluna 2011, sum fevnir yvir
Evnini fornokta seg ikki og hugsar ein um arbeiðsumstøðurnar hjá ítróttamanninum Helga til dagligt, so er tað
Hjartaliga til lukku við sigrinum Helgi og framhaldandi góðan byr !
Grand Prix Finalan 2011:
Nr. 1 IM Helgi Dam Ziska 35 GP-stig
Nr. 2 IM John Rødgaard 27,33 GP-stig Nr. 3 Finnbjørn vang 24,50 GP-stig
Ratingvirðisløn 1:
Ratingvirðisløn 2:
Ratingvirðisløn 3:
|
| Seinast dagført ( Hósdagur, 05. mai 2011 20:51 ) |













Útspilling er ikki loyvd.