Brúkarir

Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, hittir Kirsan Ilyumzhinov, forseta í FIDE
Skrivað av TSF   
Mánadagur, 22. august 2011 15:22
PDF Prenta Teldupostur
 

 

Kirsan Ilyumzhinov og Helena Dam á NeystabøTalvsamband Føroya hevur skipað fyri altjóða talvkapping í døgunum 15. - 21. august 2011. Telvað var bæði í Nesvík og í Klaksvík. Í samband við kappingina fingu Føroyar vitjan av FIDE-forsetanum Kirsan Ilyumzhinov, sum eisini luttók á endahátíðini eftir kappingina. FIDE er altjóða talvsambandið, og eru Føroyar sjálvstøðugir limir í FIDE, eins og vit eru limir í FIFA altjóða fótbóltssambandinum. Enn hevur tað ikki eydnast okkum at fáa sjálvstøðugan limaskap í øðrum altjóða ítróttasambondum umframt hesum. So tað er umráðandi at røkja hesi sambond so væl sum møguligt. 
Skipað varð fyri fundi millum Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu í mentamálum, og FIDE-forsetan, m.a. eftir ynski frá hesum forkunnuga gesti. Á fundinum kunnaði Kirsan Ilyumzhinov um virksemi FIDEs og legði serligan dent á eitt altjóða átak, sum fer av bakkastokki 1. oktober í ár, og sum hevur fingið heitið “Talv inn í skúlan”, sum er eitt átak, hvørs endamál er at gera talv til ein natúrligan part av undirvísingini í fólkaskúlunum kring allan heim. Grundgevingin er, at tað er próvfast, at talv er mennandi fyri læringina og gevur børnum og ungum eitt ríkari frítíðarlív. 
 
Mentamálaráðið hevur frá skúlaársbyrjan 2006 játtað Talvsambandi Føroya fíggjarligan stuðul til løn til talvráðgeva at ráðgeva fólkaskúlunum viðvíkjandi undirvísing í talvi, umframt at skipa fyri ymsum kappingum í Føroyum og luttøku hjá næmingum í norðurlendskum talvleiki. Stuðulin steðgaði tíverri á heysti 2010 vegna vantandi fígging. Men longu tá var avrátt at venda aftur til spurningin um talvráðgevan so skjótt sum møguligt. 
 
Á fundinum við forsetan fyri FIDE var avrátt, at Talvsamband Føroya saman við Mentamálaráðnum fer undir at kanna, hvussu Føroyar kunnu gerast partur av hesum heimsumfatandi átaki. 
 
Kelda: Mentamálaráðið
Seinast dagført ( Mánadagur, 22. august 2011 15:26 )
 

Skriva viðmerking

Vinarliga vís virðing og nýt sømuliga atferð, tá ið skrivað verður.
Útspilling er ikki loyvd.


Trygdarkoda
Endurinnles