Brúkarir

NM Ungdóm: Frásøgn 3. umfar
Skrivað av HDZ   
Leygardagur, 18. februar 2012 17:53
PDF Prenta Teldupostur
 

SDC11395_LargeNM fyri ungdóm: 3. umfar

 

A-bólkurin

Hallgerður Thorsteinsdóttir (1969) – Heiðrikur T. Jacobsen (1899): 1-0

Heiðrikur nýtti pirc-uppsetingina við svørtum ímóti íslendsku gentuni. Tað bleiv eitt rokaligt talv. Gentan hevði fyrimunin at byrja við, men so kom Heiðrikur fyri seg. Hann skuldi tó allatíð vara sær fyri, at kongurin, sum stóð í miðjuni tann fyrsta partin av talvinum, ikki kom undir álop. Tá frúnnar komu av borðinum, var Heiðrikur við at taka yvir, men tíðin spældi honum eitt puss. Hann yvirsáð eitt riddaraskák og misti stutt eftir eina finnu. Hvíta fólkið slapp inn í støðuna, og so var farið.


 

Rógvi E. Nielsen (2137) – FM Jonathan Westerberg (2312): 1-0

Rógvi telvaði við hvítum ímóti hægstrataða telvaranum í bólkinum. Mótstøðumaðurin yvirraskaði longu í fyrsta leiki við at leika fronsku byrjanina, og tað vardi ikki leingi, so var Rógvi á ókendum leiðum. Hann telvaði tó skilagott og vann skjótt eina finnu. Mótstøðumaðurin fekk nakað av spæli afturfyri, men Rógvi vardi væl fyri hóttanunum. Sviin kleimdi sitrónina dekan ov hart, og tað gjørdi Rógvi sær dælt av við tryggum, men aktivum spæli. Hóast mistar møguleikar í tíðarneyðini, førdi Rógvi sigurin trygt í hús. Hann er nú einsamallur á odda í A-bólkinum við 3/3.

 

B-bólkurin

Sam Kassani (2005) – Rúni T. Jacobsen (1478): 1-0

Rúni kom enn einaferð væl frá byrjan sum svartur í einum spanióla. Rúni spældi ágangandi og fekk býtt tann spanska bispin hjá mótstøðumanninum upp og givið honum eina veika dupulfinnu á d-linjuni. Rúni var omaná teir fyrstu 15 leikirnar ella so, men blandaði so tvær góðar ætlanir saman og hjálpti finnanum av við dupultfinnuna. Finnin fekk takið og slepti tí ikki aftur restina av talvinum.

 

C-bólkurin

Lars Oskar Hauge (2116) – Høgni E. Nielsen (1978): ½-½

Vit høvdu fyrireikað nakrar langar variantar í sponskum, men norðmaðurin veik frá longu í fyrsta leiki. Tað bleiv stonewall hollendskt, har Høgni kom væl frá byrjan. Mótstøðumaðurin royndi seg við einari kombinatión, men Høgni gav honum aftur av somu skuff. Tá roykurin lætti seg, hevði Høgni eina finnu minni, men gott mótspæl ímóti hvíta konginum. Mótstøðumaðurin gjørdi rætt í at taka remis við leikendurtøku. Høgni hevur nú 2/3 og er væl við í kappingini.

Jonathan Brauner (1971) – Silas Eyðsteinsson (1763): 1-0

Silas kom fínt frá byrjan sum svartur í einum heldur óvanligum kongaindara. Fleiri góðar ætlanirnar vóru at velja ímillum, men eftir ov nógv drál var tað mótstøðumaðurin, sum fekk trýstið. Silas offraði kvalitet fyri eina vandamikla frífinnu á b-linjuni, og tað var um reppið, at hann kundi halda endatalvið við bispi og trimum finnum ímóti róki og trimum finnum til javnleik. Men mótstøðumaðurin slapp at enda ígjøgnum og vann talvið.

D-bólkurin

Martin Percivaldi (1884) – Eli W. Finnson (1334): 1-0

Eli leikti álopskenda marshallvariantin í sponskum, sum hann hevði lisið uppá heima. Ætlanin var at leypa á sum Anand, og tað mundi eydnast. Ein riddari varð offraður niðri á h2, og tað sá út til, at danin fór at verða mátaður. Mótstøðumaðurin fann tó eina sera snilda verju, og so vísti riddarin seg at vera fangaður. Eli stríddist væl eftir hetta, men misti maðurin varð avgerandi í longdini. Í analysunum staðfestu vit, at danin hevði verið verjuleysur, um Eli hevði minst til at fingið frúnna við í álopið.

Bjarni Brimnes (1000) – Kristofer Joel Johannesson (1460): 0-1

Bjarni spældi fýraspringaraspælið í sponskum, har telvararnir herma eftir leikunum hjá hvør øðrum. Hann gloymdi tíverri sponsku tummilfingraregluna – at svara ...d6 við h3 – og fekk eina keðiliga binding á seg frá einum bispi á g4. Bindingin var trupul at hava við at gera, og endin var, at mótstøðumaðurin fekk eitt mátálop inn ímóti hvíta konginum.

 

E-bólkurin

Ragnar Weihe (1047) – Janus Skaale (1080): 0-1

Tað bleiv ein sisilianari, har báðir stillaðu fólkið skilagott upp. Ragnar misti nøkur tempi við einum bispi, og so kundi Janus við einari fiksari kombinatión vinna sær eina finnu. Stutt eftir gloymdi Ragnar, at frúgvin stóð óvard aftan fyri riddaran, og so reyk eisini hann. Nú eru báðir teir yngstu so komnir á stigatalvuna.

 

Lagið í hópinum er annars stak gott. Teir spæla borðtennis og hugna sær í teldurúminum ímillum og eftir umførini. Finnar eru góðir fyrireikarar og hava lagt hópin av myndum, harav fleiri av føroyingunum, út á heimasíðuna hjá kappingini. Myndir kunnu síggjast her:

http://shakkivideot.kuvat.fi/kuvat/Nordic+Youth+Championship+2012+Espoo/

 

 

SDC11396_LargeSDC11397_LargeSDC11398_LargeSDC11399_LargeSDC11400_LargeSDC11401_LargeSDC11403_Large

 

Skriva viðmerking

Vinarliga vís virðing og nýt sømuliga atferð, tá ið skrivað verður.
Útspilling er ikki loyvd.


Trygdarkoda
Endurinnles