Brúkarir

NM Ungdóm: Frásøgn 5. umfar
Skrivað av HDZ   
Sunnudagur, 19. februar 2012 16:31
PDF Prenta Teldupostur
 

P1010070_LargeNM fyri ungdóm: 5. umfar

 

5. umfar varð tað úrtøkubesta fyri føroyingarnar higartil. Hóast tað lættliga kundi verið til meira, má 5 stig av 9 møguligum sigast at vera sannur fongur. Tað einasta, vit veruliga kundu iðra okkum um, var, at Rógvi ikki tók av møguleikanum at leggja sjógv ímillum seg og nærmastu avbjóðararnar.

 


 

A-bólkurin

Rógvi E. Nielsen (2137) – Anders Hobber (2201): 0-1

Rógvi kom eitt vet verri frá byrjan, men spældi seg so upp við nøkrum neyvum leikum og fekk takið. Hann fekk beint fyri svartpuntaða bispinum hjá norðmanninum, og so bleiv svarta kongastøðan ábær. Rógvi hevði einaferð góðan møguleika at fara beint eftir svørtu hátignini, men valdi ein varnari leik, sum kortini varðveitti fyrimunin. Okkara maður vildi ikki hava javnleikin, helt áfram at trýsta, men í nøkunlunda javnari støðu gjørdi hann ein grumman feil, sum kostaði rók. Súrt show, serliga tá ið hálva stigið allatíð var í nánd, men hinir duga jú eisini at telva.

Nokkvi Sverisson (1930) – Heiðrikur T. Jacobsen (1899): ½-½

Heiðrikur spældi enn einaferð pirc við svørtum, og hóast eitt óneyðugt tempotap í byrjanini kom hann heilt væl frá tí. Mótstøðumaðurin visti sær ikki betri at gera enn at býta frúnnar av og fara út í endatalvið. Íslendarin royndi at trýsta við bispi ímóti riddara, men Heiðrikur stillaði sín kong mitt á borðið og forðaði mótstøðukonginum at gera innrás. Heiðrikur var ongantíð í vanda og fekk ein góðan javnleik til høldar.

 

B-bólkurin

Rúni T. Jacobsen (1478) – Matthias Nielsen (1572): 1-0

Rúni telvaði italienskt og kom at standa heilt væl við sterkum miðfinnum og útviklingsfyrimuni. Mótstøðumaðurin kendi ikki teoriina og spældi ov passivt, og so lat Rúni sær ikki siga tvær ferðir. Ein riddari kom niðan á g5, síðani ein frúgv á h5, og so var galið inni á f7. Har var eingin slingur í valsinum, Rúni koyrdi sigurin heim uttan nakað himpr.

 

C-bólkurin

Dagur Ragnarsson (1826) – Høgni E. Nielsen (1978): 0-1

Høgni nýtti eina uppstilling, vit høvdu tosað leysliga um í gjár, og kom væl frá byrjan í stonewall hollendskum. Íslendarin royndi tíðliga í talvinum at leypa hvøkk á við einum at síggja til hættisligum, men í roynd og veru ósunnum offri, men Høgni fann tíverri ikki rætta aftursvarið. Støðan gjørdist fyrst fløkjaslig og síðani kritisk, eftir at svarti kongurin varð latin úr øllum klæðunum. Mótstøðumaðurin hevði ein møguleika av avgera talvið, men tók ikki av, og so kundi Høgni býta av til eitt endatalv við kvaliteti í yvirtali, men tveimum finnum í undirtali. Her vísti Høgni enn einferð góðan teknikk og hálaði stigið trygt í hús.

Oliver Johannesson (1699) – Silas Eyðsteinsson (1763): ½-½

Silas telvaði franskt við svørtum og kom fínt frá byrjan. Eftir hópavbýtingar kom eitt endatalv á borðið, har partarnir høvdu tveir rókar hvør. Silas skuldi vara sær fyri ávísum triksum frá mótstøðumanninum, men hann traðkaði aldrin við síðuna av og helt remis.

 

D-bólkurin

Eli W. Finnson (1334) – Bjarni Brimnes (1000): 1-0

Eli fekk tíðliga í talvinum eitt ávíst trýst á støðuna hjá Bjarna, sum gloymdi at yvirverja miðfinnuna á d5 og flutti ein bisp ov ofta í byrjanini. Svarta frúgvin kom í eina deyðiliga binding, og so var Bjarni prísgivin.

 

E-bólkurin

Valo Hallman (1609) – Ragnar Weihe (1047): 1-0

Ragnar kom væl frá byrjan og setti trýst á hvíta kongin oman eftir opnu g-linjuni. Hann sat og pønsaði upp á eitt bispaoffur niðri á h3, men finnin vardi tíverri fyri. Ragnar var omaná, tá komið var út í mispælið, men royndi seg so við einari kombinatión, sum miseydnaðist og kostaði mann. Ætlanin var tó góð. Ragnar royndi at trýsta finnan, sum var í tíðarneyð, eitt sindur afturat, men har var einki at gera.

Janus Skaale (1180) – Jacob Kryger Dyekjær (1150): 1-0

Janus royndi nýggjan taktikk: at spæla d4 í fyrsta leiki. Hann kom skjótt at standa betur, og við einari fiksari kombinatión vann hann sær eina finnu. Hann stillaði fólkið væl, og tá ið svartur opnaði kongasíðuna, har báðir kongar vóru farnir í borg, setti Janus hart ímóti hørðum. Álopið var eftir bókini, og svarti kongurin varð so dyggiliga settur skák og mát.

 

 

 

P1010045_LargeP1010062_LargeP1010068_LargeSDC11423_LargeP1010072_LargeP1010073_LargeP1010076_LargeP1010091_LargeSDC11424_Large

Seinast dagført ( Sunnudagur, 19. februar 2012 17:03 )
 

Skriva viðmerking

Vinarliga vís virðing og nýt sømuliga atferð, tá ið skrivað verður.
Útspilling er ikki loyvd.


Trygdarkoda
Endurinnles