Brúkarir

Innbjóðing til FM 2013
Skrivað av Talvsamband Føroya   
Sunnudagur, 26. februar 2012 12:39
PDF Prenta Teldupostur
 

Havnar Telvingarfelag skipar í døgunum 23. mars til og við 30. mars 2013, fyri Føroyameistaraheitinum í talvi fyri einstaklingar.

Kappast verður í landsliðsbólkinum, 1. bólki, 2. bólki og unglingar.

 

Kappingin

Kappingin fer fram í Argja Skúla, frá 23. mars til og við 30. mars.


 

Allir bólkar telva soleiðis:

 

Leygardagur     23.03                   kl. 14.00

Sunnudagur    24.03                    kl. 14.00

Mánadagur    25.03                      kl. 17.00

Týsdagur      26.03                         kl. 17.00

Mikudagur           27.03                  kl. 17.00

Hósdagur           28.03                  kl. 10.00

Hósdagur       28.03                       kl. 17.00

Fríggjadagur          29.03               kl. 14.00

Leygardagur          30.03               kl. 10.00

 

Broyting kann koma fyri í Unglingabólkinum.

 

Telvað verða 9. umfør. Umhugsunartíðin er 90 minuttir til fyrstu 40 leikirnar. Síðani verða 15 minuttir lagdir afturat klokkuni. Frá fyrsta leiki verða 30 sek. løgd afturat fyri hvønn fluttan leik.

 

Gevið gætur:

Unglingarnir telva bert 90 min + 30 sek, ikki 15 min eyka !!

Teir hægst rataðu luttakararnir telva í landsliðsbólkinum um Føroya Meistaraheitið í talvi 2013.

10 teir næstu telvararnir mynda 1. bólk, aðrir telva í 2. bólki. Unglingar telva  um FM-heitið fyri unglingar.

 

Dómari:  FA Finnbjørn Vang

 

Luttøkugjald

Luttøkugjaldið er kr. 300,- fyri allar vaksnar luttakarar. Unglingar og lesandi gjalda kr. 100,-. Heiðurslimir luttaka ókeypis.

Luttøkugjaldið, sum samstundis er tilmelding, skal gjaldast á konto 6460-150.552.3, seinasta lagi mikudagin 20.mars !

Spurningar kunnu setast á tlf. nr. 243637 ella Hesin teldupostbústaður er vardur móti forritum som uppsamla teldupostbústaðir. Tú skalt aktiverað Javascript fyri at kunna síggja bústaðin.

 

Vinningar

Steyp verða latin til nr. 1, 2 og 3 í øllum bólkum. Korrektión verður nýtt við javnstøðu.

Um FM-heitið í landsliðsbólkinum og unglingum, verður umdystur telvaður beint eftir síðsta umfar, eftir nærri kunngjørdum treytum.

Í aðra máta verður korrektión nýtt.

Ábit verður bjóðað telvarunum dagarnar tá ið dupultumfør eru.

 

Talvsamband Føroya

Seinast dagført ( Týsdagur, 05. mars 2013 00:36 )