Brúkarir

FM fyri gentur 2012
Skrivað av TSF   
Mánadagur, 27. februar 2012 20:26
PDF Prenta Teldupostur
 
 
Í eldra bólkinum bleiv Hanna nr 1, Zoe nr. 2 og Súsanna nr 3. Hinar á myndini eita Rúna nr 4 og Maria nr 5
 

Í yngra bólkinum blivu Angela og Hjørdis Maria nr 1, Dania nr 3 og Ronja nr 4.

 

Skúlin í Kollafirði var karmur um FM-kappingina hjá gentum í vikuskiftinum. Gentutelving er ikki akkurát tað sum vit hoyra mest um í føroyska talvheiminum, men hóast tað, so møttu fleiri gentur úr serligani Suðurstreymoy upp til kappingina.

Genturnar vórðu bólkaðar í tveir bólkar og telvaðu síðani móti øllum. Í eldra bólkinum var Hanna mettur favorittur frammanundan, meðan yngri bólkurin var púra opin.

Hanna livdi upp til favoritleiklutin og lat ongan iva vera um úrslitið. Hon vann trygt øll talvini og gjørdist tí Føroyameistari fyri gentur í 2012. Nr. 2 gjørdist Zoe og Súsanna bleiv nr. 3.

Yngri bólkurin var sera spennandi og javnur. Tá samanumkom, endaðu Angela og Hjørdis Maria á 1. plássi, meðan Dania og Ronja lógu beint eftir.

 

Karmarnir vóru enn eina ferð av teimum bestu í Kollafjarðar Skúla og primus motor er framvegis Kári Durhuus, sum hesa ferð fekk hjálp frá einastu kvinnuni í TSF Liljan Jacobsen, meðan Elmar R. Fjallheim var dómari.

 

Hjartaliga til lukku við Føroyameistaraheitinum !

Seinast dagført ( Mánadagur, 27. februar 2012 20:44 )
 

Skriva viðmerking

Vinarliga vís virðing og nýt sømuliga atferð, tá ið skrivað verður.
Útspilling er ikki loyvd.


Trygdarkoda
Endurinnles