Brúkarir

GP 2013/14 Innbjóðing Finalan
Skrivað av TSF   
Hósdagur, 12. apríl 2012 22:45
PDF Prenta Teldupostur
 

 

 

Finalan í Grand Prix kappingini 2013/14, verður telvað í Sandavági leygardagin 26. apríl kl. 12.00.

Tilmelding: http://www.chess-results.com/tnr131904.aspx?lan=32

 

Finalan er 9. og seinasta kappingin hetta kappingarárið. Kappingin er skipað soleiðis, at til tess at vinna Grand Prix og ratingvirðislønir, er neyðugt at hava luttikið í minst 5 kappingum, finalan íroknað. Endaliga úrslitið verður sostatt uppgjørt eftir 5 teim bestu úrslitunum, hóast telvað er í fleiri enn 5 kappingum samanlagt.

 

Martin Poulsen og Olaf Berg vunnu kappingina í ávikavíst 2007 og 2008.

Helgi Dam Ziska vann Grand Prix í 2009,2010, 2011. Olaf Berg vann í 2013. Rógvi Egilstoft Nielsen sum vann í 2012 liggur í oddinum, undan seinasta umfarinum 2014. 

 

 

Í finaluumfarinum verður ikki bert telvað um endaligar plaseringar í samlaðu kappingini. Kappingin er opin fyri øllum talváhugaðum, eisini teim sum ikki - ella bara partvís - hava luttikið higartil. Virðislønir verða eisini latnar sum til eina vanliga Grand Prix kapping.

Telvað verða 9. umfør, har umhugsunartíðin er 15. minuttir í part til talvið. Luttøkugjaldið er kr. 100. 

Vinarliga boðið frá luttøku í seinasta lagi fríggjadagin 25. apríl kl. 18.00 á tlf. 53 27 00 (Torkil)

 

TALVSAMBAND FØROYA

Seinast dagført ( Mikudagur, 23. apríl 2014 16:23 )
 

Skriva viðmerking

Vinarliga vís virðing og nýt sømuliga atferð, tá ið skrivað verður.
Útspilling er ikki loyvd.


Trygdarkoda
Endurinnles