|
Helgi Dam Ziska misti á stokkinum í sterku talvkappingini Copenhagen Chess Challenge.
Kravið at tryggja sær ein sonevndan stórmeistaranorm var, at Helgi megnaði í minsta lagi javnleik við svarta fólkinum í seinasta umfari í dag móti svenska stórmeistaranum Hans Tikkanen, men tað eydnaðist ikki.
Í seinasta umfarinum, ið var í gjár, noyddist Helgi - fyri fyrstu ferð í allari kappingini - at leggja kongin.
Talvið var drúgvt - og vardi í alt góðar seks tímar. Helgi endaði kortini á fyrsta plássi í kappingini saman við øðrum, ið eisini fingu 6½ stig eftir átta umfør.
Við í kappingini vóru í alt 66 telvarar - av teimum seks stórmeistarar. Helgi hevur vunnið á trimum stórmeistarum í hesari kappingini, og ger ivaleyst eitt lop fram á altjóða styrkilistanum, men stórmeistaranormin rakk hann ikki hesaferð.
Tó at Helgi misti 1. plássið, so kann hann kalla seg Keypmannahavnsmeistara 2012. Hendan tittulin vinnur tann telvarin, ið endar fremstur í hesi kapping og samstundis er limur í KSU (Københavns Skak Union). Helgi endaði fremstur av luttakarunum, ið eru limur í KSU. Stórt tillukku við tí flotta úrslitinum, Helgi!
![]() ![]() ![]() ![]() ![]() ![]() ![]() ![]() |
| Seinast dagført ( Mánadagur, 07. mai 2012 11:46 ) |













Útspilling er ikki loyvd.