|
Havnar Telvingarfelag skipaði fyri afturvendandi jólakappingini og jólahugnanum fyri vaksin seinasta vikuskifti. Eftir 12 umfør, allir-ímóti-øllum, gjørdist Hjalti Toftum Jógvansson sigursharrin, meðan Herluf Hansen bleiv nr. 2, hálvt stig aftari. Spennandi umdystur varð neyðugur til tess at avgerða bronsukrónurnar. Heiðrikur Tindskarð Jacobsen telvdi sera væl og vann umdystin 2-0 á Sigurði Justinussen. Jóanis Ortind varð somuleiðis heiðraður fyri óvanliga góðan endaspurt í kappingini. Byrjað varð uppá sera snotuligt ferðasteyp, sum kappast verður um komandi jólakappingarnar, har Hjalti sostatt gjørdist hin fyrsti at verða innritaður.
HAVNAR TELVINGARFELAG |




