|
Høgni Egilstoft Nielsen, úr Sandavági, stendur seg væl í U12 bólkinum í NM, sum í hesum døgum verður telvað í Vasterås í Svøríki. Eftir enn ein sigur fyrrapartin, er Høgni á 3. plássi, bert ½ stig frá oddinum. Og í 4. umfari, sum byrjar kl. 15.00 seínnapartin, verður oddabrak, tá Høgni við svarta fólkinum telvar ímóti Egor Norlin úr Svøríki, sum er í oddinum í kappingini. Høgni og Egor hava áður hitst í slíkari orrustu. Tá NM var í Danmark 2008, varð talan um sera undirhaldandi og spennandi talv, har sviin tó dróg longra stráðið. Heðin Gregersen, úr Klaksvík, fekk enn eitt gott úrslit í U14, tá javnleikur fekst til høldar, soleiðis at nú eru stigini 1½ og plaseringin nr. 6 av 10. Ungi Janus Skaale, sum luttekur í yngsta bólkinum, fekk glið á í morgun, tá hann fekk frálíkan javnleik í einum talvi, sum enntá møguliga kundi givið fulla stigið. Óført. LUTTAKARAR NM 2010 og NM BÓLKAR HEIMASÍÐA VIÐ ÚRSLITUM og Svenska Talvsambandið: HER
Finnbjørn Vang, liðleiðari, greiðir soleiðis frá úrslitunum fyrrapartin: Rógvi telvaði eina javna støðu, sum tíverri koppaði í tíðarneyðini. Margar telvaði eisini eitt javnt talv, men mini-fyrimunurin hjá hvítum bleiv bara størri sum talvið leið og tapti svartur eisini í endatalvinum. |
| Seinast dagført ( Fríggjadagur, 19. februar 2010 18:23 ) |




