|
Høgni Egilstoft Nielsen, úr Sandavági, vann - fríggjadag seinnapart - sera spennandi og dramatiskan oddadyst í U12-bólkinunum, ímóti lokala favorittinum, Egor Norlin (1911), úr Svøríki. Úrslitið inniber ein heilt einastandandi spennandi endabrest leygardagin, tá tvinni og seinastu umførini verða telvd. Hesuferð varð tað Høgni, sum dróg sigurin heim. Seinast teir møttust, í NM Danmark 2008, dróg Egor longra stráðið. Eyðkent fyri báðar tveir er álopstelving. Spennandi taktir í tíðum sum koma. Men sum stigatalvurnar vísa, er als onki avgjørt. Javnari kapping um oddasessirnar, nú tvey umfør resta í, er trupul at finna. Seks telvarar í orrustu. Leygardag seinnapart er seinasti leikur fluttur. LUTTAKARAR NM 2010 og NM BÓLKAR HEIMASÍÐA VIÐ ÚRSLITUM og Svenska Talvsambandið: HER
Bróður Høgna, Rógvi Egilstoft Nielsen (U20), telvdi seinnapartin javnt ímóti Kim Rauisnen úr Finnlandi (2164). Enn eitt frálíkt avrik í móti sterkari mótstøðu.
Og tað er at fegnast um, at at Margar Berg, úr Tórshavn, í sama bólki, basti dananum Mads Jensen og kom á stigatalvuna.
Einar Gregersen, úr Klaksvík, hevur higartil telvað væl í kappingini og kom - fult uppiborið - á stigatalvuna, hóast nakað av hepni skuldi til. Áhaldandi fokus gevur loksins úrtøku.
Dagins skarvslop gjørdi Janus Skaale úr Klaksvík. Hóast bert 9 ára gamalur, verður bjóðað av í U10 ímóti sterkastu telvarum í Norðurlondum. Úrtøkan uppá 1½ stig, kundi sagtans verið til 2 stig. Óført !
Nielsen-brøðurnir úr Sandavági ! Sera stinnir í telvingini. Annars ongin ivi um, hvørjum teir halda við...... |
| Seinast dagført ( Leygardagur, 20. februar 2010 01:53 ) |





