|
Hóast bert 9 ára gamalur, hevur Janus Skaale, úr Klaksvík, framt eitt satt bragd í yngsta U10 bólkinum í NM í Svøríki. Eftir javnleik hósdag fyrrapart, er sigursrøðin framúrskarandi: 3 sigrar uppí slag ! Frálíkt úrslit, sum fáir hava gjørt honum eftir í NM-høpi. Og 3½ stig av 6 møguligum hevur stundum hálað bronsuna til høldar. Tíverri gjørdist Janus júst ov stuttur hesurferð. Spell, men avgjørt íblástur og staðfesting av, at fatur er á rætta endanum. Og vónandi heldur pilturin á vid sama árædi, tí tá eru spennandi úrslit í havsbrúnni. Eins og vit onnur, mega serliga Janus og Nordingar vera sera ernir av frálíka úrslitinum. Tillukku, Janus ! LUTTAKARAR NM 2010 og NM BÓLKAR HEIMASÍÐA VIÐ ÚRSLITUM og Svenska Talvsambandið: HER
Fedgar á ferd - til NM
|
| Seinast dagført ( Leygardagur, 20. februar 2010 18:15 ) |






