Frásøgn frá 5th Sveins Memorial
Skrivað av Helgi D. Ziska
Týsdagur, 03. Juli 2012 11:15
|
|
|

5th Sveins Memorial varð hildin í døgunum 22. – 26. juni til minnis um norðmannin, IM Svein Johannesen (1937-2007). 62 luttakarar møttu til dystin fús, harav sjey GM’arar og fýra IM’arar. Sjálvur var eg styrkismettur sum tann sjeyndi í røðini. Telvað var í talvfelagnum Oslo Schakselskap (OSS), sum heldur til á ovastu hædd í einum íbúðarblokki mitt í Oslo. Uttanífrá sær ikki út av nógvum, men inni er hugnaligt við snotiligum innbúgvi, rúmligum kappingarhølum, talvbókasavni og analysurúmi, sum er útgjørt við teldum, uppvørpu o.ø. hentleikum. Harumframt hevur felagið eina stóra terrassu, sum verður brúkt til analysur og felagstiltøk, tá tað viðrar. Á terrassuni varð borðreitt við mati eftir hvørt umfar, og hetta setti ein hugnaligan dám á kappingina. Alt í alt vóru umstøðurnar í talvfelagnum í Oslo av teim heilt frægu, og tað er lítið at ivast í, at slíkir karmar skapa trivnað og vøkstur í einum felagi.
Seinast dagført ( Týsdagur, 03. Juli 2012 12:01 )
|
|
Steypakapping, Ársins Telvari og Ársins Stjørnuskot 2012
Skrivað av IG
Mánadagur, 28. mai 2012 17:30
|
|
|

Klaksvíkar Talvfelag vann steypakappingina, meðan Rógvi E. Nielsen varð kosin til ársins telvara og Rúni T. Jacobsen varð kosin til Ársins Stjørnuskot.
Steypakappingin 2012 varð leygardagin hildin í allar besta veðri á Viðareiði. Luttøkan var soltnari enn undanfarin ár, men teir 36 telvarnir á teimum 6 liðunum tóktust at hugna sær og gjørdu sítt besta til at fáa eina spennandi kapping.
Seinast dagført ( Mánadagur, 28. mai 2012 19:42 )
|
Helgi misti á stokkinum
Skrivað av TSF/KVF
Mánadagur, 07. mai 2012 11:15
|
|
|

Helgi Dam Ziska misti á stokkinum í sterku talvkappingini Copenhagen Chess Challenge.
Kravið at tryggja sær ein sonevndan stórmeistaranorm var, at Helgi megnaði í minsta lagi javnleik við svarta fólkinum í seinasta umfari í dag móti svenska stórmeistaranum Hans Tikkanen, men tað eydnaðist ikki.
Í seinasta umfarinum, ið var í gjár, noyddist Helgi - fyri fyrstu ferð í allari kappingini - at leggja kongin.
Talvið var drúgvt - og vardi í alt góðar seks tímar. Helgi endaði kortini á fyrsta plássi í kappingini saman við øðrum, ið eisini fingu 6½ stig eftir átta umfør.
Við í kappingini vóru í alt 66 telvarar - av teimum seks stórmeistarar. Helgi hevur vunnið á trimum stórmeistarum í hesari kappingini, og ger ivaleyst eitt lop fram á altjóða styrkilistanum, men stórmeistaranormin rakk hann ikki hesaferð.
Tó at Helgi misti 1. plássið, so kann hann kalla seg Keypmannahavnsmeistara 2012. Hendan tittulin vinnur tann telvarin, ið endar fremstur í hesi kapping og samstundis er limur í KSU (Københavns Skak Union). Helgi endaði fremstur av luttakarunum, ið eru limur í KSU. Stórt tillukku við tí flotta úrslitinum, Helgi!
Seinast dagført ( Mánadagur, 07. mai 2012 11:46 )
|
FM Ung-lið
Skrivað av TSF
Sunnudagur, 06. mai 2012 23:30
|
|
|

Liðkapping í talvi fyri skúlaungdóm Sunnudagin 13 mai kl 14 í skúlanum í Kollafirði.
Talva verður í 2 aldursbólkum:
“Yngri bólkur” fevnir um børn í 4 flokki og yngri.
“Eldri bólkur” fevnir um børn í 5 flokki til og við 9 flokki.
Á hvørjum liði eru 4 telvarar. Tó ber til at hava 1 ella 2 skiftistelvarar - t.v.s í mesta lagi 6 á hvørjum liði.
“Yngri bólkur” telvar uttan umhugsunartíð (klokku) - tó verður klokka nýtt, um hetta verður mett neyðugt til tess at finna eina avgerð. Royndirnar vísa, at tey yngru hava lyndi at hugsa meir um klokkuna enn um talvið.
“Eldri bólkur” telvar við 10 minuttum í part til hvørt talvið.
Seinasta freist at melda til er Hósdagin 10. mai á teldupost-adressu:
Hesin teldupostbústaður er vardur móti forritum som uppsamla teldupostbústaðir. Tú skalt aktiverað Javascript fyri at kunna síggja bústaðin.
ella telefon 243637.
Vinarliga upplýsið navn á liði (skúli/felag) og tilskila aldursbólk.
Heiðursmerki verða latin trimum teimum bestu liðunum í hvørjum aldursbólki. Harumframt fáa øll eitthvørt fyri luttøkuna.
Kappingarnar eru fyri allar áhugaðar talvungdómar - royndar, minni royndar og eisini fyri tey sum júst eru byrjaði - tað er ikki at halda seg aftur !
Eru spurningar ella ivamál, set teg í samband við okkum (sí omanfyri).
Vegna Talvsamband Føroya
Elmar Reinert Fjallheim
Liljan Dam Jacobsen
Seinast dagført ( Sunnudagur, 06. mai 2012 23:33 )
|
Topalov telvar simultan í SMS 1 mei !
Skrivað av TSF
Hósdagur, 12. apríl 2012 23:56
|
|
|

Stórtíðindi: Talvstjørna til Føroya !
Fyrrverandi heimsmeistarin og ein av mætastu telvarunum í nýggjari tíð, GM Veselin Topalov, vitjar í Føroyum 1. mei.
Klokkan 15 telvar hann tvey snartalv ímóti IM Helga Dam Ziska í hølum Havnar Telvingarfelags, og klokkan 16 verður simultantelving á Torginum í SMS, har ein samansjóðing av evnaríkum unglingum og eldri telvarum sleppur at royna seg ímóti bulgarsku heimsstjørnuni. Øll eru sjálvsagt vælkomin til tiltøkini.
Topalov, føddur 1975, gjørdist heimsmeistari í 2005, eftir at hava kveistrað alla mótstøðu til viks í HM-kappingini í San Luis við 10 stigum av 14 møguligum, hálvtannað stig framman fyri nærmastu avbjóðararnar. Topalov misti HM-heitið í dysti ímóti Vladimir Kramnik árið eftir, men hevur síðani javnan ligið ovastur á styrkilistanum hjá FIDE. Topalov er ein av seks telvarum, sum hava megnað at vunnið seg upp um 2800 ratingstig, og so seint sum í mei 2010 ljóðaði styrkitalið á heili 2812. Í løtuni stendur hann við 2752 ratingstigum.
Við á ferðini til Føroyar er eisini Silvio Danilov, umboðsmaður hjá Topalov og núverandi forseti í ECU - Evropeiska Talvsambandinum.
Áðrenn orrustuna í SMS fara teir báðir at vitja ymsa staðni og tosa um teirra royndir við talvi.
Talvsamband Føroya
Seinast dagført ( Týsdagur, 17. apríl 2012 22:06 )
|
Myndir í myndasavninum
Skrivað av TSF
Mikudagur, 28. mars 2012 19:59
|
|
|

Nakrar myndir frá FM eru í myndasavninum.
Seinast dagført ( Sunnudagur, 08. apríl 2012 21:03 )
|
VT Open úrslit
Skrivað av TSF
Sunnudagur, 18. mars 2012 20:28
|
|
|

VT Open er júst liðug og gjørdust vinnararnir 3 í tali.
Olaf Berg, Rógvi E. Nielsen og Høgni E. Nielsen endaðu allir á 4 stigum av 5 møguligum.
Ratingvirðislønina vann Joen Pauli Johannesen við 3 stigum.
Finn Larsen hevur tikið fleiri myndir frá kappingini, tær kunnu síggjast inni á Facebook bólkinum "Talvtos"
Samlaða støðan sæst á vinstra bredda undir aktuelt.
Seinast dagført ( Sunnudagur, 25. mars 2012 18:51 )
|
FM lið Havnin Føroyameistarar
Skrivað av TSF
Sunnudagur, 18. mars 2012 20:41
|
|
|

Havnar Telvingarfelag vann FM fyri lið í 1. Deild - Hjartaliga til lukku !
Jóanis Nielsen hevur lagt støður og myndir frá FM-endabrestinum út á heimasíðuna hjá sær. Greinarnar kunnu síggjast á:
www.joanisnielsen.fo
Myndirnar hevur Finn Larsen tikið :)
Seinast dagført ( Sunnudagur, 18. mars 2012 21:46 )
|
Frásøgn: Feðgar í Reykjavík Open
Skrivað av Helgi Dam Ziska
Mikudagur, 14. mars 2012 22:02
|
|
|
 Reykjavík Open varð hildin í døgunum 6. – 13. mars. Tvey føroysk umboð vóru við: Andrias Ziska og Helgi Dam Ziska.
Kappingin, sum hevur verið í støðugum vøkstri seinastu árini, hevði annars methøga luttøku í ár við 200 telvarum. Ein orsøk til hetta mundi vera, at eftirstundað nøvn sum italska stórtalentið, GM Fabiano Caruana (2767), og kvinnuligi heimsmeistarin, kinesiska GM Hou Yifan (2639), vóru millum luttakararnar.
Ein onnur orsøk var helst, at kappingin varð hildin í glæsilga nýggja konserthúsinum, Hørpuni. Flest øll munnu vera á einum máli um, at tað er ein flottur bygningur, men almenna fatanin millum telvararnar var, at Harpan helst hóskar seg betur til konsertir enn talvkappingar, tí tað hoyrdist oftari enn so larmur frá orkesturvenjingum, vindi og oompah-oompah elektrotónleiki niður í spælihølið. Fyrireikararnir lovaðu tó at bøta um hetta til næsta ár.
Seinast dagført ( Mikudagur, 14. mars 2012 22:15 )
|
Innbjóðing VT-Open
Skrivað av VT
Týsdagur, 06. mars 2012 20:08
|
|
|

Hervið verður bjóðað til VT-Open í Vestmanna Skúla í døgunum 23-25 mars 2012.
Kappingin er partur av samlaðu grandprixkappingini.
Kappingin byrjar fríggjadagin 23. mars 2012 kl. 18.00.
Leygardag og sunnudag verður byrjað kl. 10.00 og 15.00.
Tíðin til alt talvið verður 90 min + 30 sek fyri hvønn leik.
Virðislønir (pengar) verða latnar nr. 1,2 og nr. 3, umframt ratingvirðislønir.
Luttøkugjaldið er kr. 100 vaksin, ung. 50 kr. Skal gjaldast á staðnum áðrenn telva verður fríggjakvøldið 23. mars.
Meldast kann til við at senda teldupost til Jákup á Rógvu Andreasen
Hesin teldupostbústaður er vardur móti forritum som uppsamla teldupostbústaðir. Tú skalt aktiverað Javascript fyri at kunna síggja bústaðin.
Tilmeldingar: http://chess-results.com/tnr67905.aspx?lan=7
Seinasta freist at melda luttøku er hóskvøldið 22. mars kl. 19.00
Vælkomin til Vestmannar!
Vestmanna Talvfelag
Seinast dagført ( Fríggjadagur, 09. mars 2012 19:27 )
|
FM fyri gentur 2012
Skrivað av TSF
Mánadagur, 27. februar 2012 21:26
|
|
|

Í eldra bólkinum bleiv Hanna nr 1, Zoe nr. 2 og Súsanna nr 3. Hinar á myndini eita Rúna nr 4 og Maria nr 5
Í yngra bólkinum blivu Angela og Hjørdis Maria nr 1, Dania nr 3 og Ronja nr 4.
Skúlin í Kollafirði var karmur um FM-kappingina hjá gentum í vikuskiftinum. Gentutelving er ikki akkurát tað sum vit hoyra mest um í føroyska talvheiminum, men hóast tað, so møttu fleiri gentur úr serligani Suðurstreymoy upp til kappingina.
Seinast dagført ( Mánadagur, 27. februar 2012 21:44 )
|
|
|