Umdystur í morgin

Tað var stórt drama á síðsta leikdegi í FM-kappingini í talvi í dag. Endin var, at tríggir gjørdust javnir í oddanum í Landsliðsbólkinum, og teir fara í morgin at telva umdyst um FM-heitið. Tað vera brøðurnir Rógvi og Høgni Egilstoft Nielsen og Luitjen Akselsson Apol, sum fara undir avgerandi FM-tríumdyst í morgin leygardagin.

Les meira »

Umdystur í FM í talvi

FM í talvi hevur verið telvað seinasta vikuna. Eftir 7. og  seinasta umfar endaðu Luitjen A. Apol, Rógvi Egilstoft og Høgni Egilstoft Nielsen javnir við 5,5 stigum hvør, og tí skal umdystur til, fyri at finna føroyameistaran 2024. Umdystur verður telvaður í skúlanum á Giljanesi klokkan 14. leygardagin 30. marts. Umdysturin verður skipaður soleiðis, at allir telva móti hvørjum øðrum bæði við hvítum og svørtum. T.v.s. 6 talv tilsamans. Telvað verður við tíðini 15 minuttir + 10 sekund fyri hvønn leik.Um framvegis stendur á jøvnum, verður telvað við tíðini 3 minuttir + 2 sekund. Fylgjast kann við beinleiðis her: https://live.faroechess.com

Les meira »

Stóri FM-talvkongurin

Í hesum døgum verður kappast um árliga føroyameistaraheitið í talvi. FM-einstaklingakappingin hevur verið á hvørjum ári síðani 1972 kring páskirnar, men søgan er longri enn so.

Les meira »

Høgni á FM-kós

Høgni Egilstoft Nielsen vann í dag avgerandi talvið móti bróðrinum Rógva Egilstoft í sætta og næstsíðsta umfari í FM-einstaklingakappingini í talvi á Giljanesi.

Les meira »

Avgerandi FM-talv í dag

Oddamenninir í FM-kappingini í talvi bresta saman í dag í sætta og næstsíðsta umfari í føroyameistarakappingini fyri einstaklingar. Tað stendur á jøvnum millum brøðurnar báðar. Teir hava 4½ stig eftir fimm umfør. Alt bendir á, at annar teirra verður føroyameistari í ár.

Les meira »

Innbjóðing til Barnatalvlegu í Klaksvík

    Talvsamband Føroya, saman við eldhugaðum foreldrum, skipar í døgunum 6. til 7. apríl fyri venjingartalvlegu fyri børn og ung í Skótahúsunum í Klaksvík. Á skránni er venjing, hugni og felagsskapur; matur, spæl og yvirnátting. Vant verður í 2 styrkisbólkum. Venjarar á hesi legu eru Rani Nolsøe og GM Helgi Dam Ziska.

Les meira »

Brøður í FM-stríði

Árliga FM-kappingin í talvi fyri einstaklingar byrjaði í dag klokkan 14 á Giljanesi. Sandavágs Talvfelag skipar fyri í ár.  Kappast verður í fýra bólkum; Landsliðsbólkinum, almenna bólkinum, unglingabólkinum og veteranbólkinum. Í alt 45 telvarar eru við. Í fjør vóru 67 telvarar í stóru 100 ára jubileums FM-kappingini hjá Havnar Telvingarfelag. Átta kappast í FM-bólkinum. Í almenna bólkinum eru 17 telvarar, í unglingabólkinum 16 og í veteranbólkinum eru fýra telvarar. Brøðurnir Høgni og Rógvi Egilstoft eru favorittar at vinna FM í ár.

Les meira »

Beinleiðis frá FM 2024

Øll talvini frá FM fyri einstaklingar 2024, ið byrjar í dag kl. 14, verða stroymd á Lichess. Sí leinkjur á https://live.faroechess.com/

Les meira »

Gøtu Talvfelag í framlopi

Nú bragdar aftur í Gøtu Talvfelag. Í gjárkvøldið vann felagið FM-heitið í unglingadeildini. Hetta er annar FM-sigurin hjá Gøtu Talvfelag í deildini – einasta FM-heitið higartil var í 1978. Lív tykist vera komin í aftur telvingina í Gøtu eftir nøkur soltin ár. Sama kann helst sigast um onnur feløg eisini, tí ikki færri enn níggju lið hava kappast í unglingadeildini í vetur, og kappingin hevur verið bæði jøvn og spennandi. Fyri fáum árum síðani var eingin unglingadeild í talvi, men nú grør aftur nógvastaðni.

Les meira »